Hann búði í einum lítlum, ljósagrønum húsum uppi í brekkuni tvær gøtur niðan frá matstovuni La Terazza. Júst sum í bókini, hóast tað vóru fleiri enn eitt rúm í hesum húsunum, Fuentes búði í.
Myndirnar á vegginum vóru tó ikki av Halga Hjarta Jesusar ella Halgu Moynni í Gobre, uttan av Gregorio Fuentes og Hemingway bæði á floti og á bryggjuni, afturkomnir við stórfongi, sum varð vigaður. Jú, hann var errin av at hava verið vinmaður við kenda rithøvundan.
Gregorio Fuentes varð føddur á kanarisku oynni Lanzarote í 1897. Men har var so óliviligt, at pápin, sum sigldi sum kokkur við farmaskipi, tók drongin við sær bara seks ára gamlan. Á ferðini yvir Atlantshavið úr Spania til Cuba, doyði pápin, og drongurin varð verandi eftir hjá góðum fólki á Cuba, har hann síðan búði alt sítt sera langa lív.
Hann var tó nakrar ferðir aftur á Lanzarote sum vaksin. Men tað var við flogfari, greiddi hann frá.
?Tað var einki fyri at sita í einum stóli allan vegin og roykja sigar, helt hann.
Hitti Hemingway
Gregorio Fuentes og Ernest Hemingway hittust fyrstu ferð í 1928, tá Fuentes var skipari á einum cubanskum farmaskipi, sum tók manningina á einum amerikanskum stuttleikabáti upp í einum ódnarveðri í Karibiska Havinum. Umborð á hesum stuttleikabátinum var millum onnur Hemingway, og tá hesin seinni fór at halda til á Cuba, leitaði hann bjargingarmann sín upp, og teir gjørdust vinmenn. Fuentes var í eini 30 ár skipari á stuttleikabáti Hemingways, sum í dag stendur í garðinum uttan fyri húsini hjá Hemingway, ið nú eru savn, uttan fyri Havana.
Í ferðamannabókini Lonely Planet um Cuba, verður nevnt um Gregorio Fuentes, sum býr í lítlu útróðrarbygdini Cojimar uttan fyri Havana. Greitt verður frá, hvør hann er, og hví hann er verdur at hitta.
So tá blaðmaðurin í 1999 vitjaði á Cuba, var sjálvsagt, at vitjað varð á Hemingwaysavninum á garði hansara, og at roynt varð at sleppa at hitta gamla Gregorio Fuentes, sum tá var 102 ára gamal.
Tað eydnaðist eisini, og var eitt rættiliga stórt upplivilsi at sita í stovu við hesum manni, sum hevði livað so tætt saman við Hemingway, og sum fólk úr øllum heiminum at kalla høvdu stokkið inn á gólvið hjá.
Tó fann eg onga heilsu úr Føroyum í gestabókini. Men hon kom so. Hann visti ikki, hvar Føroyar vóru, men tá positiónin á Koltursnakki, 62 norður og sjey vestur, varð skrivað í, nikkaði gamli skiparin.
Søgan
Søgan um »Gamla mannin og havið« byggir á eina hending, ið fór fram, tá Gregorio var 19 ára gamal og róði einsamallur út við eini jollu úr Cojimar.
Eitt kvøldið var hann ikki afturkomin, tá myrkt var vorðið, og hinir útróðrarmenninir fóru at leita eftir honum. Teir funnu hann stutt úr landi. Hann var fastur í einum svørðfiski, sum var so stórur, at hann fekk ikki lívið av honum einsamallur. Men illanstíð vildi hann sleppa, og morgírigur sum hann var, varð hann hangandi í fiskinum. Hann roknaði við, at teir fóru at leita, og so varð. Við felags hjálp varð fiskurin avlívaður og sleipaður til hús.
Bókin er so bygd víðari á hesa søguna, sum hann greiddi Hemingway frá.
Tá filmur varð gjørdur yvir skaldsøguna, har Spencer Tracy hevði høvuðsleiklutin, var tað kortini ein »stand in«, sum fekk fiskin í filminum. Og hesin var eingin annar enn vinmaður høvundans, Gregorio Fuentes.
Vert er at leggja merki til, greiddi hann frá, at allar myndirnar, har maður og fiskur eru á, áðrenn fiskurin er deyður, vísa ryggin á manninum.
Umhvørvið
Tað var nakað heilt serligt at lesa bókina umaftur í hesum umhvørvinum, her hon var vorðin til.
Umhvørvið í Cojimar, har Gregorio Fuentes búði, og har Hemingway hevði bátin liggjandi, er so líkt tí í skaldsøguni, at einki er ivast í, at her fór søgan fram.
Matstovan liggur har beint oman fyri bátahylin, og hon eitur eisini La Terazza, eins og í bókini.
Hon er tó ikki kallað upp eftir bókini, segði eigarin frá, tí hon æt so, langt áðrenn bókin kom út. Men Hemingway hevur bara brúkt rætta navnið.
Havnin liggur í eini lítlari vík, og fiskahúsið er enn á øðrum arminum, har útróðrarbátarnir leggja upp. Hávahúsið hinumegin sóu vit einki til kortini, hóast tað væl kann hava verið har.
Og uppi í brekkuni búði tann gamli maðurin í einum lítlum húsum.
Alt á honum var gamalt. Hann var klænur og hevði brúnar blettir í andlitinum og kundi fyri tað verið gjørdur til at passa til lýsingina hjá Hemingway.
Men hann er ikki meira. Hann hevur lagt inn og hevur sett mastrina og skutlastongina upp við bróstinum fyri seinastu ferð.