Gamlir kenningar vitja aftur í Klaksvík

KÍ fær seinnapartin vitjan av 07 Vestur, sum hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar

Tá ið 07 Vestur seinnapartin fer á vøllin í Klaksvík vera fleiri fyrrverandi KÍ spælarar á listanum og eisini Høgni Egilstoft Nielsen, sum í síðstu viku tryggjaði sær triðja FM heitið í talvi á rað. Hann er liðformaður, og tað var hann, sum fyri stórari viku síðani skoraði málið, tá ið 07 Vestur vann ársins fyrsta sigur. Tað var á heimavølli ímóti B68.

 

Hósdagin vann 07 Vestur aftur. Tað var í steypadystinum á útivølli ímóti EB/Streymi. Úrslitið var 4-2 sigur eftir longda leiktíð. Tá skoraði Ronni Møller-Iversen tvær ferðir, og Jasper Van Der Heyden skoraði eitt mál. Teir hava báðir spælt við KÍ, og teir hava báðir verið eyðsýndir, nú teir spæla við 07 Vestur. Hákun Edmundsson, sum eisini er nýggjur í 07 Vestur, vandi við KÍ í 2018, men hann var so mikið illa skaðadarvaður, at hann ongantíð spældi við.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Dann Fróðason framvegis ikki tøkur. Hann er skaddur í lærkrikanum.

 

Tá ið KÍ skírisdag vann 3-0 í steypadysti á Skála vóru Deni Pavlovic og Patrick da Silva ikki á listanum, tí teir vóru skaddir. Claes Philip Kronberg var á beinkinum alla tíðina, og  Heini Vatnsdal varð skiftur inn eftir steðgin. Teir eru framvegis darvaðir av skaðum, og harvið er ivasamt, hvønn leiklut teir fara at eiga í dag. Óli Eyðsteinsson Poulsen og Børge Petersen eru framvegis skaddir.