Gamlir og hugvekjandi motorar

Um eingin hevur áhuga og savnar, fer nógv gamalt fyri skeytið.

Um eingin savnar, fer nógv gamalt fyri skeytið, og soleiðis hevði eisini verið við nógvum gomlum bátamotorum, um ikki menn norðuri í Sundunum høvdu tikið hond um teir.

 

Ein forvitnislig framsýning á sjómannadegnum í Klaksvík fevnir um einar 20-25 gamlar bátamotorar og nakrar gamlar viðfestimotorar.

 

Framsýningin er í niðastu hæddini í bygninginum, har Berglon hevur sítt virksemi, og her var stórur áhugi - serliga millum eldri menn - at síggja hesar motorar.

 

Ein eldri maður, ið In.fo skifti orð við, segði, at elstu motorarnir helst tátta í eini 80-100 ár, og hann helt, at elsti motorurin er frá síðst í 1920-unum.

 

Eisini onkur av viðfestimotorunum er rættiliga gamal, og onkur søga er eisini um motorar av sama slagi, sum onkur av viðfestimotorunum á framsýningini.

 

Sum skilst, eru fleiri av motorunum hjá sundamonnum eisini mekaniskt í standi og kunnu setast í gongd. Allir eru teir vælmálaðir og eitt rættiligt prýði á einum savni.