»Gamlir« ungsosialistar hittast

SU´ararar skipa fyri kjakfundi og veitslu 3. november

Í ár vóru 35 ár síðani, at SU – Sosialistiskt Ungmannafelag – varð endurstovnað á triða sinni og dagurin verður hildin við fundi um dagin og veitslu um kvøldið tann 3. november.

“Vit vilja fegin kjakast um, um tað er neyðugt við einum ungdómsfelagsskapi sum SU, um søguliga perspektivið og nútíðina”, sigur Eyðólv Dimon, sum er ein av fyrireikarunum.

Fundurin fer eisini at umrøða spurningin, um “frælsið hevur ment seg og um Javnaðarflokkurin er ein toppstýrdur flokkur ella ein fólkslig rørsla”. Harumframt verður tjak um, hvør orðar politikkin.

Gomlu SU´ararnir hittast klokkan trý í Sjónleikarhúsinum, har Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi løgtingslimur, fer at leggja upp til orðaskifti. Eitt pallborð við fyrrverandi SU´arum fer at skifta orð um javnaðarhugsjónina og hvørja ávirkan hon hevur á dagsins politkk hjá flokkinum.

Gomlu ungsosialistarnir vóna, at limir í SU, politikkarar og álitisfólk floksins, valevni og limir møta upp og fáa íblástur, nú borgarliga rákið rekur á kíkin.

“Vit, ið vóru virknir SU'arar í sjeyti- og áttatiárunum hava ofta tosað um at hittast og fáa eitt kjak um javnaðarhugsjónina við atliti at floksins politikki. Higartil hevur tað verið tos, men nú verður tað so”, sigur Kathrina Lindenskov Holm. Hon er í fyrireikingarbólkinum saman við Eyðólvi Dimon, Tonnie Strøm, Elini Lindenskov og Hallsteini Sigursson.

Tey vóru øll virkin síðst í 70-árunum og í 80-árunum. SU var rættiliga virkið hesi árini og t.d. vóru eini 30 SU´arar á politiskari legu í Svøríki í 1979. Felagið skipaði fyri nógvum fundum, skeiðum og seminarum. Eisini hevði valevni á listum til løgtings- og býráðsval.
Upprunaliga var SU stovnað í 1965 og felagið setti stundum dagsskránna í ungdómspolitikki og landspolitikki tey fyrstu árini. Fyrst í 70-árunum sovnaði virkisemið, men í 1974 royndu nøkur ung javnaðarfólk at birta lív í aftur felagið, men tað ændi bara eitt stutt skifti. Síðani á vári í 1978 hevur felagið tó verið meira og minni virkið. Hesi seinastu árini hevur felagið aftur fingið góðan byr.

Fyrireikararnir vóna, at fólk, sum hava verið uppi í arbeiðnum í SU, kunnu taka myndir og annað tilfar úr goymslunum og hava tað við ella senda tey til [email protected]
Kostnaðurin fyri tiltakið tann 3. november og veitsluna um kvøldið er 600 kr.
Fólk verða biðin at melda seg til fyri 15.okt. Tilmeldingin er við at flyta peningin á kontonr 9181 1362781 í Eik.