Gandafloytan

Michala Petri og maðurin Lars Hannibal rúnarbundu áhoyrararnar í einum fullsettum Norðurlandahúsi sunnudagin

Eitt fullsett Norðurlandahús, hvør stólur starandi niður fingrarnar á tveimum professionellum tónleikarum, sum onki annað gera enn at leika á hvør sínum ljóðføri. Ein ófatilig framførsla, serliga tá eg hugsi um, at einasti reini tóni eg kann fáa úr eini blokkfloytu er, tá eg ikki haldi fyri nakað hol, og blási av fullari megi. Hvussu tann tónin eitur veit eg ikki.

Michala Petri greiddi frá, at blokkfloytan var eitt av høvuðsljóðførunum í barokktíðini, tað vil siga tá eitt nú Handel og Telemann vóru í velmaktini seinast í fimtindu og fyrst í sekstindu øld. Og hon hevur megna at fáa hetta ljóðføri til heiður og æri á óteljandi konsertferðum krin allan heim.

At so nógv ljóð kunnu fáast burtur úr eini lítlari floytu er fantastiskt. Michala Petri spælir uttan at hyggja eftir nótum, tað er ótrúligt . Hon spældi 9 stykkir uttan eina tí einastu ferð at hyggja eftir nótum og ongantíð spældi hon skeivt. Í steðginum vóru áhoyrarar samdir um at her var talan um eitt undurbarn.

Tey spældu 10 stykkir eftir skránni og vórðu klappaði upp aftur til tvey eyka nummør.

Konsertfelagið skipaði fyri og góð klassisk nøvn uttan úr heimi ein sunnudag seinnapart, kunnu seta krúnuna á verkið á einum góðum vikiskifti. Sosiala samveran við kaffi og køkum í steðginum er heldur ikki at undirmeta.

Tónleikur skal hoyrast og ikki skrivast, ringt er at finnast at nøkrum, tá eitt so dugnaligt og professionelt par stendur á palli. Tey, sum leika blokfloytu, eiga eina fyrimynd i Michalu Petri og komandi guitaristar kunnu læra nógv av Lars Hannibali.