Garborg 150

bókmentir




Hósdagin vóru 150 ár liðin síðani norski rithøvundurin Arne Garborg varð føddur. Hesin sermerkti norski høvundur legði í fyrstu skaldsøgunum eftir kirkju og morali yvirhøvur. Eisini heitið á fyrstu skaldsøguni »Ein fritenkjar« endurspeglar hetta. Skaldsøgan kom í 1878. Síðani komu »Bondestudentar« (1883) og »Mannfolk« (1886).

Eftir at verða mettur sum ein av teim »radikalu« í norskum andslívi, letur Garborg høvuðspersónin í skaldsøguni »Trætte mænd« púra óvæntað í kristnan ham.

Framhaldandi skaldskapur hansara ber nú brá av einari átrúnaðarligari idealismu, sum sprettir í fullum blóma í frásøgukvæðnum »Haugtussa« (1895). Bókmentafólk hava stundum víst á Leo Tolstoj sum íblástur hetta skeiðið. Partar úr »Haugtussa« eru endurgivnir í savninum »Nýbrotið í norðurlendskum bókmentum«, sum forlagið Sprotin gav út í 1994. Gunnar Hoydal hevur týtt tekstin til føroyskt.

Sama frásøgukvæði er givið út á fløgu við norsku sangarinnuni Lynni Treekrem og tónleiki eftir Ketil Bjørnstad í 1995. Útgevari er Kirkelig Kulturverksted, sum forlagið Ascehough eigur.

Arne Garborg, sum var íðin talsmaður fyri nýnorska landsmálinum, er á ein hátt grundarsteinurin undir hesum stóra norska bókaforlagnum, Aschehoug. Fyrsta skaldsøga, hetta forlag gav út, var júst hansara »Trætte mænd« í 1891.

Í sambandi við 150 ára dagin gevur sama forlag út øll bókmentaverk Garborgs, tilsamans 12 bind. Harumframt verða dagbókabløð givin út í bók undir heitinum »Dagbøker fra Labråten«.

Tað var á 54 ára føðingardegnum, at Arne Garborg setti sær fyri at skriva dagbók restina av lívinum. Hetta var í 1905. Garborg andaðist hin 14. januar 1924.