Føroyska Sjómansmissiónin hevur alt gott at bera Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, og sjómanstrúboðarin takkar fyri góðan sjómannadag við nøkrum reglum á Facebook-síðuni hjá sjómansmissiónini.
- Dagurin er serstakur á ymiskan hátt. Øll tiltøk, allur matur og drekka er ókeypis, og so er dagurin eisini rúsfríur, skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.
Hann vísir á, at her hittast reiðarar, stjórar, skiparar, børn, ungdómar, vaksin, faklærd sum ófaklærd, garvaðir sjómenn og landkrabbar - ja, øll á jøvnum føti, og takk fyri tað.
- Hugni, trivnaður, gestablídni, vinalag, jaligt stórsinni, kappingarhugni og annað gott er í hásæti, sigur sjómanstrúboðarin, sum takkar klaksvíkingum og øllum øðrum, sum gera henda dag møguligan.
Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini liggja nakrar myndir, sum sjómanstrúboðarin tók á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.