Myndugleikarnir í Kambodja siga, at teir tóku heimskenda tónleikaran Gary Glitter annan jóladag, og at teir nú hava gjørt av at vísa honum av landinum.
Gary Glitter, sum í 1999 fekk treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava tikið niður barnapornografiskt tilfar á alnótini, rýmdi úr Bretland, tá hann slapp úr fongslinum, og síðani hevur hann fjalt seg í Kambodja. Men har hava fleiri felagsskapir kravt hann vístan av landinum orsakað av dóminum í Bretlandi.
Spurningurin er so, hvagar Gary Glitter skal fara. Bretsku myndugleikarnir hava boðað frá, at hann sleppur ikki hagar, og á Kuba hava myndugleikarnir givið somu boð.