Ein 25 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava framleitt og selt følsk atgongumerki til ein tónleikafestival í Føroyum.
Ákæruvaldið førdi fram, at maðurin hevði framleitt 24 følsk atgongumerki til festivalin og at viðkomandi hevði givið fýra teirra víðari til onnur.
Ungi maðurin játtaði seg sekan í at hava margfaldað atgongumerki, sum hann sjálvur hevði keypt, men noktaði fyri, at hann hevði roynt at selt følsku atgongumerkini.
Í rættinum greiddi ungi maðurin frá, at tað ongantíð var ætlanin at selja følsku atgongumerkini. Hann royndi einans at margfalda sítt egna, fyri at vita, um printarin megnaði uppgávuna.
Hann valdi tó at geva trý av avritunum til vinfólk og ein teirra valdi so at selja sítt víðari. Fyri hetta fekk ákærdi 100 krónur.
- Eg droymdi ikki um, at nakar kundi finna upp á at nýta falska atgongumerki, tí avritið var so vánaligt, segði ákærdi.
Dómarin tók lutvíst atlit at frágreiðingini frá ákærda og valdi at revsa hann við treytaðari fongsulsrevsing í 14 dagar.