Gávuríkar listakvinnur fingu fíggjarligan stuðul og viðurkenning

Tær vórðu heiðraðar á samgonu í gjár

Alda Mohr Eyðunardóttir, vinstrumegin og Maria Guldbrandsø Tórgarð

Í gjár var gávuðgóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Thorvald Poulsen av Steinum gjørdi av at stovna ein grunn til at stuðla ungum og gávuríkum listafólkum. Endamálið er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Og í gjár varð hesin heiður latin tveimum ungum listakvinnum. Sostatt var gávugóðsið bæði fyri í fjør og í ár, tí í fjør varð tiltakið avlýst av koronu.

 

Gávugóðsið, sum skuldi verið latið í fjør, fekk Alda Mohr Eyðunardóttir. Hon er fødd í Havn í 1997, og longu sum  tannáringur var hon við á ólavsøkuframsýningini og á várframsýningini, har hon annars hevur verið við nakrar ferðir síðani.

 

– Hon vakti beinanvegin ans við sínum serstaka máta at arbeiða við øðrvísi tilfari, poetiskum tekstum og við einari heilt serstakari kenslu fyri rúmi, verður sagt í grundgevingini fyri at heiðra hana. Listagávurnar hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur hava eisini verið høgt í metum uttanlands tí tað var ikki mætari, enn at hon slapp inn á báðar skúlarnar, sum hon søkti inn á, nevniliga á Konsthøgskolan í Malmø og Kongaliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn. Hon valdi Keypmannahavn, har hon gongur á triðja ári.

 

Gávugóðsið, sum skuldi verið latið í ár, fekk filmslistakvinnan, Maria Guldbrandsø Tórgarð. Í 2014 fór hon, bara 16 ára gomul, at arbeiða við filmi og tað var beinanvegin, at hon gjørdi av, at hetta skuldi verða hennara listagrein - og tað gekk heldur ikki long tíð til hon fór í gongd við at gera sínar egnu stuttfilmar.  Hon skrivaði bæði handrit og leikstjórnaði, og var eisini fotografur.

 

Avrikini førdu Mariu til listaliga heimildafilmin Skál, sum hevur heiti eftir fyrsta yrkingasavninum hjá Daniu O. Tausen, sum kom út í 2020. Filmin leikstjórnaði Maria Guldbrandsø Torgarð saman við danska leikstjóranum Cecilie Debell og tað var mikið væleydnað, at filmurin hevur vunnið virðislønir á filmsfestivalum úti í heimi. Við flminum, Skál, hevur Maria víst, at hon hevur serlig evni og dirvi til at koma sera nær fólki, hon arbeiðir saman við, stendur í grundgevingini fyri at heiðra hana í gjár.

 

Alda Mohr Eyðunardóttir, vinstrumegin og Maria Guldbrandsø Tórgarð