Hvat hugsa vit føroyingar um seinastu hendingarnar í Gaza og hvussu ávirkar hetta ræðuliga kríggj okkum? Vit hava vant okkum til at meta Ísrael sum eitt nútímans fólkaræði, ið er grundað á fólkaræðiligar meginreglur við virðing fyri mannarættindum. Seinastu hendingarnar við eitt loftalopum á Gaza bý og innrás í Gazageiran hava skakað hesa føroysku myndina av demokratiska statinum Ísrael. Hetta skal als ikki skiljast sum, at vit sera spurnartekin við tilverurætt Ísraels og rætt Ísraels at verja seg. Men mong munnu nú vera farin at seta spurnartekin við hernaðarligu framferðina hjá Ísrael í Gaza. Orsøkirnar, rakettálopini, kenna vit, men kunnu hesar orsøkir veruliga rættvísgera eitt so ógvusligt álop við so stórum sorgarleiki í kjalarvørri?
Sum partur av alheimssamfelagnum fáa vit føroyingar allar hendingar beint inn í stovuna. Sterk stendur myndin av norska læknanum Mads Gilbert, sum undir allari herferðini hevur arbeitt á størsta sjúkrahúsinum í Gaza. Læknin greiddi í BBC sakliga frá, hvussu sivilfólkið, serstakliga børnini, gerst offur fyri nýggjum og ræðuligum vápnum, ið kunnu tykjast beinleiðis vera ætlað at skaða sivilfólkið. Vit mugu taka undir við komandi amerikanska forsetanum, sum øtast yvir neyðina og segði tað vera hjartanemandi at síggja, hvussu kríggið rakar børnini.
Humanitera støðan í Gaza geiranum má sum vera man elva til sjálvsrannsakan og til nógvar spurningar, sum fólk í Føroyum vanliga ikki seta, tá tey hugsa um Miðaeystur. Um vikuskiftið fingu vit eina hóming av støðu føroyinga. Vit hugsa um orðaskiftið í Rás 2 millum Høgna Hoydal, John Johannesen og Óla Breckmann. Orðaskiftið var hvast, og partarnir kundu valla staðið longur frá hvørjum øðrum. Mong mundu øtast yvir støðuna hjá fólkafloksmanninum, sum enn einaferð avdúkaði, hvussu tann sera høgravendi politikkarin sær heimin í svørtum og hvítum. Hinir báðir høvdu eina meira javnvegaða støðu og høvdu eina greiða fatan av stríðnum og av tí, sum skal til, um hesin sorgarleikur skal verða steðgaður. Tann fjórði luttakarin, Herbert Pundik, lýsti hvussu Ísrael hevði ligið sjóvarfallið av sær við ikki meðan tíð var at gera avtalur við teir moderatu palestinararnar. Nú var ov seint og hann var ikki bjartskygdur um framtíðina.
Leygardagin skipaðu nøkur ungfólk fyri friðartiltaki í Tórshavn. Hóast ódnarveður var fitt av fólki komið saman til gonguna, sum fór úr Gundadali oman í Mettustovu, har røður og tónleikur vóru á skránni. Hetta tiltak er alla æru vert og vísir, at sorgarleikurin nemur við hjørtu okkara. Næstu dagarnir fara at vísa, hvørt friðartingingarnar í Cairo bera úrslit ella hvørt sorgarleikurin stendur við. Latið okkum øll stuðla Reyða Krossi, ið er í fremstu røð á vígvøllinum.