GBOB finalan aftur ein maraton uppliving

Hóast royndirnar í fjør við eini alt ov langari altjóða GBOB finalu, hava fyrireikararnir slept ætlanini um at býta í trý umfør.

GBOB

Áður er boðað frá, at fyrireikararnir av altjóða GBOB finaluni høvdu lært av finaluni í fjør, og finalan tí varð hildin yvir trý kvøld. Hetta verður tó ikki so, finalan verður hildin týsdagin 12. desember.
Ætlanin var, at tvær innleiðandi hálvfinalur skuldu vera hildnar í London Astoria og at triðja kvøldið skuldu teir bestu bólkarnir bresta saman. Men sambært gbob.com, verður hetta alíkavæl ikki so. 25 bólkar úr 25 ymiskum londum skulu spæla 8 minuttir hvør framman fyri eini dómsnevnd og áskoðarum. Hetta er ein fleiri enn í fjør, og hetta er stutt sagt ov nógv av tí góða, so nú er bert at vóna, at føroyski finalisturin Deja Vu sleppur at spæla tíðliga.
Í fjør skrivaði ummælarin hjá Planet.fo soleiðis um finaluna: “Sum fráleið gjørdist konsertin næstan ikki til at halda út. At hoyra 24 bólkar spæla í samfullar 5 tímar, setir stór krøv til oyrini á áhoyrarunum, og ikki minst hjá dómarunum. Tann harði rokkurin var væl umboðaður, og tá íslendsku Fanngean komu á pallin, sum bólkur nummar 23 og spældu enn eina harða tungmálmskonsert, hevði bólkurin ikki ein livandi tjans fyri at gera seg galdandi. Oyrini vóru mett, og tað gjørdist bara larmur.”
Teir 14 bólkarnir, ið longu hava tryggjað sær pláss í finaluni eru: Deja Vu (Føroyar), De Jah Groove (Avstralia), The Broken Hearted (Kanada), Cody (Danmark), Bizali (Ongland), Amplify (Týskland), Flare Odds (Japan), Silver (Niðurlond), Senit (Noregi), Estrella (Skotland), House of Ghosts (Serbia), The Moving Pictures (Svøríki), Etwas Unders (Ukraina), Ninja Pigeon (Wales)