Geir skal venja Kyndils-kvinnurnar

Geir Wardum hevur í fleiri ár vant gentulið í ungdómsdeildini hjá Kyndli, og var eisini í fleiri ár við til at menna kvinnuhondbóltin hjá Stjørnuni í Klaksvík. Um vikuskiftið var hann valdur til ársins venjara hjá gentum 17, sum staðfesting av, at Kyndil vann greipuna hjá gentunum.

 

Kyndil fer at leggja dent á at menna ungar spælarar við at geva teimum spælitíð á besta kvinnuliðnum, men ásannar, at eisini royndir spælarar í felagnum og spælarar uttanífrá krevjast, fyri at 1. kvinnulið skal gera seg galdandi í Sunset-deildini.

 

? Okkara mál verður at staðfesta okkara pláss í Sunset-kappingini, og longu nú sær spennandi út, tí fleiri góðir spælarar eru, ið gleða seg at spæla við Kyndli næsta kappingarár, sigur Geir Wardum.

 

Venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli í ár hevur verið Petur Martin Johansen, og Kyndil takkar honum fyri góða avrikið.