– Konseptið við Geisa er góðskumatur til ein lagaligan penga.
Tað eru Pætur Skeel Nolsøe og menninir handan Pizza 67 og Angus, sum standa fyri matstovuni. Hetta eru øll fólk, ið hava drúgvar royndir í matstovuvinnuni, siga eigararnir í kvøld:
– Geisa er ein nútímans matstova, sum borðreiðir við einum góðum sjálvtøkuborði. Á sjálvtøkuborðinum verður hópin av leskiligum kjøti, salati, suppu og øðrum leskiligum. Ein kokkur sker kjøtið niður til tín, og í matstovuni gongur eitt starvsfólk við flógvum kipsi og bjóðar á borðriskin, skriva fyrireikararnir.
Og teir halda fram:
– Geisa er ætlað vaksnum fólki, sum vilja njóta ein góðan bita í sera hugnaligum og nútímans umstøðum.
##med2##
– Geisa merkir logi av eldi. Orsøkin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsaksan á matarlepanum, siga menninir sum eiga nýggju matstovuna.