Geitir og geitarlomb á Rituvíkshálsinum

Á Rituvíkshálsinum renna tíggju geitir og 21 geitarlomb, sum búðfólkini á Rásini eiga og passa. Tvær ferðir dagliga vitja tey út á trøðna á Rituvíkshálsinum, har geitirnar halda til

Í Runavík hava tey menningartarnaðu fingið eitt skúlatilboð, tey rópa Rásin. Hetta eru sjey næmingar, sum búgva í einum sethúsum og aftrat teimum eru fýra starvsfólk knýtt. Tey fluttu inn í sethúsini í juni, og stórtrívast har. Gerandisdagurin fer við ymsum fyrifallandi arbeiði, hugna og at geva geitunum, tey hava uppi á Rituvíkshálsinum.
Geitirnar hava tey havt síðani í november. Tær eru av suðurafrikanskum uppruna, men akkurát hesar geitirnar hava tey fingið av einum donskum garði.
Geitirnar eru tíggju í talið, og so er eisini ein bukkur. Nú hava tær fingið lomb, tvær teirra heili fýra, so nú renna 21 lítil fitt geitarlomb á øki teirra á Rituvíkshálsinum, til stóra fragd fyri tey á Rásini.
Men ætlanin er, at onnur eisini skulu fáa gleði av geitunum. Gongst sum ætlað, verður trøðin og geitirnar karmur um eitt hugnastað við borðum og tí sum hartil hoyrir. Endamálið er so, at barnagarðar, gongufólk og onnur kunnu vitja staðið, eta matpakkan har og annars bara hugna sær.
Tað er Rodmund Nielsen og Runavíkar kommuna, sum hava lænt trøðna til Rásina. Tey hava frá tí Rásin kom verið sera lagalig, og tað eru tey á Rásini glað fyri.