Gekk ørur og sló um seg

Um tvey tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður, uttan orsøk, hevði sligið eina kvinnu í Steinatúni. Sagt var, at maðurin gekk og sló vilt um seg, og at hann, umframt gentuna, hevði sligið ein annan mann eisini. Løgreglan hevur avhoyrt gentuna, sum eisini fór á sjúkrahúsið fyri at fáa eina váttan um skaðarnar. Sligna mannin hevur løgreglan ikki tosað við enn.

 

Maðurin var farin av staðnum, tá løgreglan kom í Steinatún, og løgreglan fekk tí ikki fatur á honum. Onkur áskoðari í Steinatúni hevði tó verið so mikið at sær komin, at viðkomandi hevði tikið eina mynd av manninum við snildfon síni, sum síðani varð send til løgregluna.

 

Um fimm-tíðina kom enn ein fráboðan um, at ein maður hevði lopið á eina einsamalla kvinnu, hesa ferð í Eysturbýnum. Í hesum føri hevði ein fremmandur lagt upp í og steðgað manninum, eins og at viðkomandi helt manninum aftur, til løgreglan kom á staðið. Eisini hendan kvinnan fór á skaðastovuna at vátta skaðarnar.

- Tað er alla æru vert, at fólk eru so mikið at sær komin, at tey leggja upp í, tá tey síggja harðskap og steðgað honum, eins og at halda gerningsmanninum aftur, inntil løgreglan kemur á staðið, sigur vakthavandi við in.fo.

 

Maðurin varð handtikin og koyrdur til Klaksvíkar, og tá sær løgreglan, at talan er um sama mann sum á myndini frá Steinatúni.

 

Hann svevur í løtuni rúsin av sær í Klaksvík og verður avhoyrdur seinni í dag. Fyribils er hann skuldsettur fyri tvey harðskapsmál, men løgreglan fer eisini at tosa við mannin, sum skal hava verið sligin í Steinatúni, so møguliga fer hetta talið at veksa.