Gekkavinnarin sær ikki sjónvarpið

Eivind Beck í Lopra gjørdist hepni vinnarin í Gekkinum fríggjakvøldið, og streyk avstað við stóra vinninginum uppá 310.000 krónur. Hann spælir sjáldan og sær ikki sjónvarp. Hann misti hús og partvís arbeiðsførleika í 1988, men kom væl fyri seg aftur. Nú er hann farin av abeiðsmarknðinum, hevur góða heilsu og nógvan seyð at taka sær av

Eivind Beck vann stóra vinningin, tá hann slapp framat at snara gekkahjólið í Kringvarpinum fríggjakvøldið. Hann vil helst skrivast við “K” í eftirnavninum, tí tað er tað rættasta, hevur hann funnið útav, hóast føðibrævið sigur “Bech”, og hettar tekur blaðmaðurin til etirtektar.

- Ein skal vera tvífalt heppin, um ein skal hava stóra vinningin. Og tað er fantastiskt at koma ígjøgnum millum 16000 gekkaseðlar og síðani sleppa at snara, vera heppin, og koma á rætta leypin aðru ferð, sigur Eivind fegin.

Vit hitta hann uttanfyri húsini í Lopra leygardagin eftir, at hann hevur vunnið gekkavinningin kvøldið fyri. Hann er í gongd við at mála húsini.

- Eg spæli sjáldan Gekk. Men eg segði við konuna, at nú fóru vit at spæla. Hon segði nei, tí hon helt ongan fara at vinna stóra vinningin. Men ein abbadóttir fór at keypa og eg skemtaðist við, at nú ætlaði eg mær at vinna stóra vinningin, greiðir Eivind frá, tá vit eru farnir innar at fáa okkum ein kaffimunn.

Púra róligur

- Eg skuldi velja ein leyp og øll, sum inni vóru, lupu avstað. Eg valdi so bláa leypin. Eg snaraði fyrstu ferð, og var tætt við gula leypin. Eg snaraði aðru ferð, og hann kom á bláa leypin, men tað var nær við, at hann fór framvið síðsta naglanum. Tað var eitt skríggj inni, men sjálvur var eg púra róligur. Tó so, sjálvandi kennir ein okkurt innast inni, sigur Eivind.

Hann spælir Gekk hjá dóttrini, tí sjálvi hava tey onki signal frá føroyska sjónvarpinum heima við hús.

- Teir hava verið framvið við bilinum einar tvær ferðir, men sagt verður, at eg havi ongan møguleika at síggja, soleiðis sum húsini liggja undir fjallinum, sigur Eivind.

Rómur á hvørjari altan

- Eg manglaði 5 tøl, men so komu 3 og so var eitt ímillum og so komu tvey. Eg manglaði 44 og náddi akkurát at siga tað, so kom tað! Dótturin ringdi inn, men øll vóru so spent, og hon ringdi eitt tal ov nógv og mátti ringja inn av nýggjum, flennir Eivind, tá hann greiðir frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá hann vann í Gekkinum.

- Tað var rómur á hvørjari altan og í hvørjum vindeygað í Lopra, tá eg vann, og veðrið var eisni so avbera gott, sigur Eivind.

- Øll hava verið til morgunmat her í morgun, og eg varð eisini niðurkimaður, ja, sjálvt úr Danmark ringdu tey. So seint sum í morgun ringdi ein gamal skipsfelagi úr Norðoyggjum, sigur Eivind.

Misti húsini

Júst hvat peningurin skal nýtast til, er ikki avgjørt.

- Tað kom væl við, tí nú eri eg farin av arbeiðsmarknaðinum, sigur Eivind, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

- Eg misti húsini í ódnini í ’88 og tey vóru mestsum ótryggjaði, so eg misiti eini 800.000 krónur, sigur Eivind, sum sama ár kom til skaða við hondini umborð á Ólavi Halga, meðan hann sigldi við Vaktartænastuni. Høgra hond er kryplað og mestsum deyð, og hann fór av skipinum og læknin vildi skrivað Eivind at verða invalid, men hesum eftirlíkaði Eivind ikki.

- Tíbetur gavst eg ikki tá og settist fyri onki. Eg havi ongantíð fingið sosialar veitingar, og eg fór at sigla við donskum nótabáti, Strømnes. Eg forvann væl niðri og alt rættaði seg uppaftur, sigur Eivind.

- Eg havi nógv at takka fyri. Heilsan er góð og eg kenni meg sum ein ungling. Eg havi jørð og eri á fjalli nærum hvønn dag og havi 89 seyðir, tá tey 35 lombini eru íroknað, sigur Eivind, sum verður 70 ár í januar.

- Eg renni fleiri av teimum ungu av, tá vit eru á fjalli, sigur fegni Gekkavinnarin í Lopra, ið ikki keðir seg, men hevur bæði hús og seyð at ganga uppí, og tíðin verður ikki í gerandisdegnum nýtt uppá sjónvarpið ella Gekkin, tí har hevur hann ikki møguleika at fylgja við, uttan so at hann leitar sær av húsum og til dóttrina, ið býr tætt við, at hyggja.