Tað var Poul Martin Rasmussen í Klaksvík, sum var fjarritari fyri mammu sína, Mathildu, í Gekka-spælinum í kvøld, og hetta kundi hann ikki havt gjørt betur.
Høvuðsvinningurin var á 230.000 krónur, og mamman valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 80.000 krónum í hvørjum leypi. Gekkaverturin, Jan Gardar, helt fyri, at 80.000 krónur hevði eisini verið ein góður vinningur.
Og her var fjarritarin so púra samdur.
- Ja, 80.000 krónur eru søtar hjá tí svanga, helt Poul Martin Rasmussen skemtiliga fyri.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, einari tveir seymir áðrenn bláa leypin. Í øðrum drátti gekk enn betur, tí hesaferð var als einki himpr. Hjólið steðgaði nú so beint á gula leypinum við 80.000 krónum í.
- Vit halda, at hatta sær bara heilt gott út, segði Poul Martin Rasmussen, tá hann var í telefonini, eftir at hjólið var steðgað. Longu, meðan gekka-vertur og fjarritari snakkaðu um vinningin, ringdi telefonin hjá Mathildu.
Tað vóru vinfólk, sum vildu fegnast saman við hepna vinnaranum.
- Ja, her ringir longu hjá mammuni, og nú kann hon snakka, helt ein fegin fjarritari, Poul Martin Rasmussen, fyri, áðrenn hann takkaði fyri góða vinningin í Gekka-spælinum í kvøld.