Tað eydnaðist heldur ikki nøkrum í kvøld at vinna stóra Gekkin, sum hesaferð var á tvær miljónir krónur.
Jógvan Hansen, sum ringdi úr Klaksvík og slapp at snara Gekka-hjólinum, fekk í fyrsta drátti høvi at enda við 150.000 krónum, og í øðrum drátti á 75.000 krónum.
Men, Jógvan Hansen valdi at royna eydnuna triðju og seinastu ferð, men heldur ikki tá bar til.
Jógvan Hansen gjørdist tó ikki heilt sørur og vann 20.000 krónur, pluss tær 7.000 krónurnar, sum lagdar vórðu aftrat vinninginum í kvøld.