Gellingarklettur: Framleiða líka nógv streym sum øll vatnorkan

Í dag tendraði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tað seinastu av teimum seks vindmyllunum hjá P/F Vindrøkt

 

Tær seks vindmyllurnar standa í Hoyvíkshaganum oman fyri Havnina og framleiða nú streym inn á netið hjá SEV.

Gellingarklettur er skamt vestan fyri vatnbrunnin í Villingadali, eystan fyri Oyggjarvegin.

Klokkan 14 í dag varð stórt hátíðarhald uppi á Gellingarkletti, har bygdur er ein stórur bygningur at húsa verkstaði og øðrum, sum hoyrir til nýggjastu vindmyllulundina.

Tær seks vindmyllurnar eru risastórar – hægstu bygningsverk í Føroyum, tá tær eru áleið tríggjar ferðir so høgar sum Vesturkirkjan, sum annars er hægsti bygningur í landinum.

– Hetta er størsta einstaka stig ímóti einum burðardyggari Føroyum. Vindmyllulundin kann framleiða líka nógva orku, sum øll vatnorka í Føroyum. Vindmyllulundin flytur Føroyar enn longur fram á grønu kósini, og framleiðir hon 25 prosent av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum, segði Jóhan í Niðristovu millum annað, tá hann beyð gestunum vælkominum.

Tað eru Effo og Røkt, sum eiga felagið P/F Vindrøkt, sum eigur vindmyllulundina.

 

##med16##

Fakta

Hvat: Føroya størsta vindmyllulund

Eigari: Effo og Røkt

Veitari: Vestas 

Slag: V-117 

Máttur: 4.2 MW hvør

Tal av myllum: 6 

Stødd: Tornið á hvørjari vindmyllu er 91,5m høgt og veingjaspennið 117m. Hvør vindmylla vigar 450.000 kg og fundamentið 2.000.000 kg

Samlaður framleiðslumáttur: 25,2 MW

Árlig elframleiðsla: 100 GWh (100 mio KWh)

Grønur streymur: Vindmyllulundin kann veita øllum húsarhaldum í Føroyum grønan streym og økir tað føroysku grønu elframleiðsluna 25% stig.  

CO2 lækking: 20.000 tons av tungolju svarandi til eina minking á 62.000 tons CO2 um árið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med15##

 

##med16##