Fyri triðju ferð í ár bresta Skála og NSÍ saman seinnapartin. Í triðja umfari vann Skála 2-0 á heimavølli, og í 11. umfari vann NSÍ 3-0 á heimavølli.
Síðani summarsteðgin hevur NSÍ spælt fýra dystir. Úrtøkan er tríggir sigrar og ein javnleikur.
Síðani summarsteðgin hevur Skála spælt fýra dystir. Úrtøkan er tveir sigrar, ein javnleikur og eitt tap.
Hjá Skála er liðformaðurin og stríðsmaðurin á miðvøllinum, Pætur Dam Jacobsen, ikki tøkur, tí hann er skaddur.
Hjá NSÍ er stríðsmaðurin á miðvøllinum, Pól Jóhannus Justinussen, ikki tøkur. Hann er leikbannaður.
Edvin Jakobsen hjá Skála er skaddur, og Niels Pauli Danielsen er eisini skaðadarvaður.
Pætur Hentze hjá NSÍ er skaddur.
-Hugburðurin og avrikið í Klaksvík vóru framúr, tá ið tað eydnaðist at venda 0-2 til 2-2. Eg vóni og rokni við, at okkara menn fara at halda fram á sama hátt í dag, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
-Spælararnir hava verið óførir at hava fokus á rætta stað, og áhaldni og styrki bera úrslit við sær, sigur NSÍ venjarin Guðjón Ꝧórðarson.