Gentan hevur sjálv skyldina

Nærum tveir triðingar av føroyskum skúlaungdómum siga, at gentan hevur sjálv skyldina av verða neyðtikin, um hon fer einsamøll inn í eitt kamar við einum drongi.

Gentan hevur sjálv skyldina, um hon fer einsamøll inn í eitt kamar við einum dreingi og verður neyðtikin. Tað helt yvir helvtin av føroysku skúlanæmingunum, í eini kanning sum Amnesty gjørdi í samband við SSP dagarnar hjá føroysku 7. flokkunum.

 

270 næmingar tóku lut í kanningini. Fyrst hugdu tey eftir einum stuttum filmsbroti, har ein genta fer inn í eitt kamar við einum dreingi. Tá hurðin fór aftur, setti Amnesty næmingunum ein spurningin: Um hetta kvøldið endar við eini neyðtøku, hevur gentan so eina ábyrgd, tí hon fór inn í kamarið við dronginum?”.

 

63 prosent av næmingunum svaraðu, at gentan hevur lutvísa ábyrgd, meðan bert 23 prosent meina, at hon er uttan ábyrgd. 14 prosent siga seg ikki vita.

- Svarbýtið varð ikki óvæntað, men úrslitið er álvarsamt, og svarini bera boð um ein grundleggjandi hugburð, sum valdar ímillum okkum. Ein hugburð um, at gentur og kvinnur sjálvar hava ábyrgd, tá tær eru fyri einum av álvarsamastu brotsgerðum, sum hevur álvarsamar avleiðingar bæði kropsliga og sálarliga, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari, hjá Amnesty í Føroyum.

 

- Á hesum tiltakinum fyri 7. flokkar høvdu vit góða tíð at umrøða evnið og støðuna, og vónandi vóru tey fleiri, sum eftir uppleggið vistu, at rætta svarið uppá spurningin sjálvsagt er, at hendan gentan ikki skal ábyrgdast fyri neyðtøku, hóast hon fór inn í kamarið, sigur Katrin á Neystabø.

 

Spurnarkanningin vísti eisini, at heili 58 prosent av gentunum søgdu já í spurnarkanningini. Yvir helvtin av gentunum halda tí, at tær sjálvar høvdu havt ábyrgdina, um tær vóru neyðtiknar. 27 prosent søgdu nei og 15 prosent ivaðust.

- Tað hevur týdning at staðfesta júst hetta, tí veruleikin er, at gentur og kvinnur leggja skuld og skomm á seg sjálvar, og hetta gevur teimum minni sjálvsálit til at krevja eitt nei, tá tær meina nei, sigur hon.

 

70 prosent av dreingjunum søgdu ja, 19 prosent søgdu nei og 11 prosent ivaðust.

 

Amnesty hevur kunngjørt úrslitini av kanningini í samband við, at felagsskapurin 16. apríl skipar fyri einum tiltaki við danska debattørinum Emmu Holten.

 

Emma Holten gjørdist kend, tá hon alment fortaldi sína søgu um, hvussu nakinmyndir av henni vóru stolnar og lagdar út á netið. Sum aftursvar legði Emma Holten sjálvboðin gerandismyndir av sær sjálvari toppleysari út á netið. Ein slík gerð fær onga vend, og Emma Holten fer ongantíð at fáa hesar myndir av netinum. Tær eru og verða í umferð, og øll við atgongd til alnótina kunnu hyggja eftir myndunum. Við aftursvarinum ynksti Emma at varpa ljós á stóra trupulleikan við samtykki, sum eisini er viðkomandi í digitala heiminum.

- Sum ein part av arbeiðinum við at bøta um umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum í Føroyum hevur Amnesty saman við m.a. Sig frá-verkætlanini hjá Almannaráðnum gjørt av at varpa ljós á hugtakið “samtykki” í mun til kynslív. Tað ljóðar so einfalt at siga “mín kroppur, míni rættindi” ella “eitt nei er eitt nei”, men tað vísir seg at vera nógvar støður, har tað als ikki er so lætt at samskifta um, hvørt talan er um sínamillum samtykki til kynsligt samband ella ikki, sigur Katrin á Neystabø.

 

Omanfyri sæst filmurin, sum Amnesty vísti teimum ungu. Amnesty steðgaði filminum, beint eftir at hurðin inn á kamarið verður afturlatin, og setti tá teimum ungu spurningin.