Genturóðurin má broytast

Róðrarárið 2002 er nú farið at halla.

Fimm róðrar eru rógvnir, og tveir FM vinnarar eru funnir. Sílið, 5-mannafarið við gentum, og Jarnbardur, 6-mannfarið við kvinnum, hava áðrenn ólavsøkuróðurin vunnið FM heitið. 6 mannafarið við monnum Smyril úr Vági er mestsum eisini føroyameistari og somuleiðis 8 mannafarið Kvívíkingur.
10 mannafarsróðurin og 5 mannafarsróðurin við dreingjum verða óvanliga spennandi á ólavsøku, tí í báðum róðrunum kunnu fleiri bátar vinna FM heitið.
Bátar, sum hava mist møguleikan at vinna FM heitið, síggja sær møguleikan at vinna á ólavsøku, tí at vinna á ólavsøku er sum at vinna eina steypa-finalu, og tá er kappróðrarárið bjargað.
Kappróðurin í summar hevur gingið væl, og tað hevur gingið sera væl at avgreiða róðrarnar higartil í ár. Ja, fleiri rógvarar halda, at startdómararnir eru nú mestsum ov grammir at starta bátarnar. Dreingir, gentur, kvinnur og menn, sum skulu skiftast um bátarnar, fáa næstan ikki tíð at hita upp, áðrenn startskotið er farið. Orsøkin er eisini, at í ár eru fleiri 1000 metraróðrar, sum eru skjótari at avgreiða.
Í tíðarskeiðinum 1964 til 1972 var skipað fyri einum róðri um árið til tess at finna føroyameistaran, men í 1973 varð hetta broytt soleiðis, at stig verða givin seks teimum fyrstu bátunum.
Áðrenn 1975 vóru bert fýra bátastøddir. 5-mannafør við gentum og dreingjum, 8-mannafør og 10 mannafør. Í 1975 byrjaðu menn at rógva við 6-mannaførum, og í 1983 róðu kvinnur fyrstu ferð FM róður í hesi bátastødd.
Fyrstu árini vóru 6-mannaførini ikki nógv í tali, men við tíðini vórðu fleiri 6-mannafør smíðjað.
Genturóðurin má broytast
Á seinasta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum varð samtykt, at næsta ár skulu rógvast sjey FM róðrar, og royndir eru eisini gjørdar við barnaróðri. Endamálið er at vekja enn meiri um áhugan fyri kappróðrinum.
Men Róðrarsambandið eigur fyrst og fremst at broyta órættvísa genturóðurin.
Hjá dreingjunum er tað soleiðis, at ein drongur, sum fyllir 18 ár áðrenn 1. mai í kappingarárinum, hevur ikki loyvi at rógva við einum 5-mannafari. Hjá gentunum er einki aldursmark. Tað vil siga, at ungar gentur, sum fyrstu ferð fara í ein kappróðrarbát flaggdagin 25. mai, longu fimm vikur seinni skulu kappast um FM-heitið ímóti kvinnum í 20 árunum, og sum hava róð kapp í fleiri ár.
Hetta er at gera mismun millum gentur og dreingir og tænir ikki ítróttarliga endamálinum, har fólk skulu kappast á jøvnum føti.
Tær ungu genturnar skulu í fimm vikur læra seg áralag, venja seg at rógva 1000 metrar, læra seg fyrstu tøkini í FM róðrinum, hava ein góðan miðróður, hava orkuna í enda-sróðrinum og læra mangt annað, sum er knýtt at einum FM róðri.
Hetta letur seg slett ikki gera, og tí fáa vit ein ójavnan genturóður við 14-18 bátum, har tað eru 20-30 bátslongdir millum fyrsta og aftasta bátin. Er talan um tíðina, so eru onkuntíð ein til tveir minuttir millum fremsta og aftasta bátin.
Tað verður kastað lut um, hvussu bátarnir liggja á norðoyastevnu. Á næstu stevnu liggja so teir bestu bátarnir frá norðoyastevnu í miðjuni. Tað vil siga, at genturóðurin oftast myndar eitt (har bátarnir í miðjuni liggja fremstir og bátarnir við teimum ungu gent-unum eru uttastir og aftastir.
Róðrarsambandið eigur beinanvegin at broyta gentu- og kvinnuróðrarnar soleiðis, at vit longu næsta ár hava 5-mannafør við gentum, sum ikki eru fyltar 18 ár áðrenn 1. mai í kappingarárinum, 5-mannafør við kvinnum og 6-mannafør við kvinnum.
Ein annar møguleiki er, at kvinnur eisini rógva í 8-mannaførum, so gentu- og kvinnumanningarnar eru 5-mannafør við gentum, sum ikki eru fyltar 18 ár áðrenn 1. mai í kappingarárinum, 6-mannafør við kvinnum og 8-mannafør við kvinnum.
Tað er altavgerandi, at ungar gentur, sum fyrstu ferð rógva kapp, ikki beinanvegin kappast ímóti "garvaðum" rógvarum. Tær skulu helst ikki missa mótið á fyrstu stevnu.
Til stuttleika kann nevnast, at tað er lítil og eingin munur í stødd og vekt á einum 6-mannafari og einum 8-mannafari, tí kunnu kvinnur eisini rógva 1000 metrar í einum 8-mannafari. Tá er munurin í stødd størri á einum 5-mannafari og einum 6-mannafari. Nevnast kann, at eitt nýtt 5-mannafar vigar 190 kg, nýtt 6-mannafar 225 kg og nýtt 8-mannafar 255 kilo.

Alt verður hugaligari
Úrslitið av broytingini verður, at vit fáa ein genturóður afturat, men vit fáa eisini tveir nýggjar meiri spennandi róðrar við ikki so nógvum bátum. Tað er eingin meining í at nýta nógva tíð at starta 14-18 so ójavnar gentubátar.
Tær ungu genturnar skulu fáa eitt positivt upplivilsi, tá ið tær fyrstu ferð koma inn í rógviítróttina, tað fáa fleiri manningar ikki í dag.
Mær er sagt, at Róðrarsambandið vil ikki at broyta genturóðurin, tí so fáa tær smáu bygdirnar ikki manna bátarnar. Jú, sjálvandi fáa tær mannað bátar-nar, um hugur og vilji er til tess, men nú fáa tær tveir møguleikar at velja ímill-um. Ganga genturnar í 9. ella 10. flokki, so manna tær eitt 5-mannafar við gentum. Eru tríggjar gentur møguliga ov gamlar, so manna tær eitt 5-mannafar við kvinnum, so einfalt er tað.
Soleiðis skal og eigur tað at vera. Alt annað er órættvíst, at gera mismun og ikki góður ítróttarandi í hesum javnstøðudøgum.
Onkur hugsar kanska, at í nýggju skipanini skulu tríggjar manningar í onkrum førum nú skiftast um eitt 5-mannafar, men hetta er ikki neyðugt. Tað er ikki so kostnaðarmikið at byggja eitt nýtt 5-mannafar til ungu genturnar. 5-mannafarið kostar 55000 krónur, og tað plagar ikki at skorta at útvega pening, tá ið nýggir bátar skulu útvegast kring landið. Kanska fara fleiri ungar gentur at bjóða seg fram næsta ár?
Sjálvandi skulu vit broyta genturóðurin longu næsta ár.