Genturnar funnar - pápin skuldsettur

Tær báðar norsku smágenturnar, sum vórðu burturfluttar í Hadelund í gjár, vórðu funnar aftur í dag. Løgreglan fann tær í einari íbúð í miðbýnum í Hønefoss.

-Við skilagóðum løgregluarbeiði og upplýsingum frá almenninginum funnu vit genturnar, sigur Tom Pettersen, kunningarráðgevi hjá løgregluni í i Vestoppland, við blaðið VG.

Tað vísti seg, at pápi genturnar var í íbúðini saman við teimum. Maðurin, sum er 33 ára gamal, er nú skuldsettur fyri at hava lagt burturflytingina til rættis. VG skrivar, at maðurin, sum er ættaður úr Irak, er dømdur tvær ferðir fyri hóttanir. Í fjør varð hann eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti konuni og einum av børnum teirra, men hann bleiv fríkendur.