Á nevndarvalinum varð Georg F. Hansen afturvaldur sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Georg hevur sitið sum formaður síðan 2011.
Tvey vóru fyri nevndarvali hesaferð. Amy Jacobsen, Suni Mortensen og Jógvan Páll Johannesen. Amy og Suni vórðu afturvald og Jógvan Páll stillaði ikki upp aftur.
Marjun S. Debes úr Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun varð vald í nevndina.
Vit takka Jógvani Páll fyri drúgva tænastu í nevndini hjá Føroya Arbeiðarafelag og ynskja Marjuni hjartaliga vælkomnari.
Í nevndini sita sostatt:
Georg F. Hansen, formaður
Elin K. Sørensen, næstforkvinna
Maud Túgvustein
Sunrid Vang
Suni Mortensen
Amy Jacobsen
Marjun S. Debes
Hjartaliga tillukku, øll somul, og vit gleða okkum til gott samstarv.
Føroya Arbeiðarafelag”