George Beverly Shea var føddur 9. januar 2009 í Winchester, Ontario,í Kanada. Hann var ein út av átta systkjum, og byrjaði sum ungur at syngja í einum kirkjukóri í Ottawa.
Seinni flutti familjan til New York í USA, har George fekk starv á eini radiostøð.
George Beverly Shea er best kendur sum sangari hjá heimskenda evangelistinum Billy Graham. Samstarvi teirra millum byrjaði í 1944, og Beverly Shea hevur sungið til óteljandi møtirøðir hjá Billy Graham við Cliff Barrows sum kórleiðara.
Umframt at hava givið út hópin av gramofonplátum og fløgum hevur George Beverly Shea eisini skrivað fleiri bøkur. Hann hevur eisini fingið nógvar heiðurlønir fyri boðskapin í sangi sínum og fyri sína vøkru songrødd.
-red