Georgia setir føtur í spenni

Russland og Georgia eru samd um eina vápnahvíld, men Georgia vil ikki lata Suðurossetia og Abkhasia frá sær

- Vit hava eina avtalu, sum er góðkend í Moskva og Tblisi, segði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, tá russar høvdu boðað frá, at teir góvust við álopunum í Georgia. Tá hevði Sarkozy verið í Moskva, men tá hann seinni kom til Tblisi, fekk hann at vita, at Georgia er ikki til reiðar at lata russum tey umstríddu økini Suðurossetia og Abkhasia.

Frankrikes president Nicolas Sarkozy og Georgias president Mikhail Saakashvili under en pressekonferanse i går. FOTO: AP

Frankrikes president Nicolas Sarkozy og Georgias president Mikhail Saakasjvili kunngjorde enigheten på en pressekonferanse i Georgias hovedstad Tbilisi natt til onsdag.

Tað er greitt, at russiska leiðslan vildi hava nakrar broytingar í avtaluna, áðrenn Dmitrij Medvedev, forseti, vildi góðtaka hana. Millum annað segði tann upprunaliga avtalan, at Russland og Georgia skuldu tingast um støðuna hjá Suðurossetia, men tað bleiv strikað eftir kravi frá russum. Nú sigur avtalan, at altjóða samrøður um trygdina í Suðurossetia og Abkhasia.

Georgiski forsetin, Mikhail Saakasjvili., gjørdi í gjár greitt, at Georgia fer ikki at lata Suðurossetia og Abkhasia frá sær. Sambært forsetanum vónar Georgia, at altjóða samráðingarnar fara at hava vbið sær, at teir russisku hermenninir skulu virka sum friðarvarðveitandi hermenn í teimum báðum økjunum.