Í fleiri ár hevur fiskivinnanvinnan og serfrøðin frá Havstovuni verið ósamd um, hvussu nógv skal veiðast ella ikki. Spurningurin hevur verið, um rætt er at fylgja fiskidaganevndini, sum hevur verið umboðað av vinnuni, ella um tilmælið frá Havstovan skal fylgjast, tá ið fiskidagatalið skal ásetast.
Men nú hava vinnan, manningarfeløgini og Havstovan gjørt semju um, at fiskidagarnir verða tiknir úr tinginum, og at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ístaðin skal áseta dagatalið eftir tilráðing frá Havstovuni.
Roynir at fáa Løgtingið saman at gera lógarbroyting
Fyri at fáa skipanina ígjøgnum er neyðugt at gera nakrar lógarbroytingar. Tí má Løgtingið saman at gera broytingarnar. Óvist er, um undirtøka verður at kalla Løgtingið saman, nú Løgtingið er farið í summarfrí, og gera broytingarnar.
– Vit mugu síggja, hvat vit fáa semju um, men eg fari gera eina roynd at tosa við allar politiskar flokkar fyri at fáa hetta ígjøgnum. Um vit fáa hetta ígjøgnum áðrenn valið ella aftaná, tað má tíðin vísa, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Hann legði málið fram fyri politisku skipanina í morgun, men tað var bara Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, ið møtti av andstøðuni.
– Eg fari at gera eina roynd afturat at tosa við andstøðuna, so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Høgni Hoydal.
Væntar 33 atkvøður fyri
Bæði vinnan, Havstovan, manningarfeløgini og eisini landsstýrismaðurin ynskja, at nýggja skipanin longu kann takast í brúk frá 1. januar 2020. Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at tað er ikki altavgerandi, um málið verður samtykt her og nú.
– Eg haldi tað er eitt bragd í sjálvum sær, at vinnan, manningarfeløgini og Havstovna, eru vorðin samd um eitt tilmæli. Um tilmælið ikki kemur ígjøgnum áðrenn valið, so verður tað aftaná. Eg vænti fulla politiska undirtøku fyri hesum. Tað vil siga 33 atkvøður, sigur Høgni Hoydal.
Fiskidagatalið verður sjálvregulerandi
Munurin á galdandi fiskidagaskipanini og nýggja tilmælinum er, at ein roknileistur fer at áseta fiskidagatalið fyri hvørt ár. Og dagatalið fyri hvørt ár kann einans hækka ella lækka við fimm prosentum ella vera har ímillum.
Havstovan skal á hvørjum ári lata eitt tilmæli, og lagt er upp til, at landsstýrismaðurin skal fylgja tilmælinum. Eitt hámark og lágmark er sett fyri, hvussu nógv kann fiskast. Um meira enn hámarkið verður fiskað, lækkar dagatalið við fimm prosentum, og um minni enn lágmarkið verður fiskað, hækkar tað við fimm prosentum. Um veiðan liggur ímillum há- og lágmark, verður hildið fram við sama dagatali.
Veiðireglan, sum útrokningarhátturin kallast, verður roknaður fyri tveir bólkar, sum eru bólkur 2 og bólkur 3-5. Veiðireglan fyri bólk 2 verður roknað út eftir, hvussu væl upsastovnurin er fyri, meðan veiðireglan fyri bólk 3-5 verður roknað eftir, hvussu væl toska- og hýsustovnurin er fyri.
Fyri at dagatalið fyri fiskiskap eftir toski ella hýsu skal vaksa, skulu báðir stovnarnir vera væl fyri.
Umsitingarætlanin skal eftirmetast regluliga og í seinasta lagi í 2023.
Les eisini: Semja um fiskidagaskipanina