Ger Harley dreymin til veruleika

Harley-Davidson (HD) í Føroyum er ein sera virkin fyritøka, ið t.d. bjóðar eitt breitt úrval av bæði nýggjum og gomlum HD-motorsúkklum umframt service frá dugnaligum mekanikarum.

Eisini verður skipað fyri viðlikahaldi, umvælingum, uppbygging av One of a kind customsúkklum og útleigan/timeshare av Harley motorsúkklum.
Somuleiðis hevur fyritøkan eisini alskyns HD vørulutir bæði til verandi og komandi motorsúkklufjepparar, so sum klæðir og gávulutir í besta kvaliteti til bæði vaksin og børn.  HD.fo skipar eisini fyri motorsúkklutúrum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Heimskenda amerikanska Harley Davidson motorsúkklverksmiðjan, ið er yvir 100 ára gomul, varð stovnað av Bill Harley og Arthur Davidson í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903.
 
Harley Davidson owner group (HOG) er heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur við meira enn 900.000 limum um allan heim.
Limir í hesum felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Vanligt er eisini at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum hava teir m.a. savnað pening inn til Barnaheimið í Havn.
 
Ein Harley Davidson er ein investering. Tí tað vísir seg, at tær halda góðan prís og falla ikki í virði, sum so mangir aðrir brúkslutir.
 
At koyra Harley Davidson er ein lívsstílur fyri milliónir av fólki um allan heim. Í dag keypa kvinnurnar Harley sum ongantíð áður. Í USA eru 10 prosent av Harley-kundunum kvinnur. Nútímans kvinnur tíma ikki longur at sita aftanfyri á súkkluni, tær vilja koyra Harley sjálvar. Tað sama er galdandi í Føroyum.
 
Nærri upplýsingar um Harley Davidson fáast á heimasíðuni: www.HD.fo ella hjá Ova Ritter tel. 210405.