Ger tín egna sandkassa skjótt og bíligt

Alt tú skalt brúka er ein balja og nakrar steinar - og sand sjálvandi

 

Um tú vilt hava ein sandkassa í havan, sum børnini kunnu spæla við, uttan at gjalda tað hvíta úr eygunum fyri hann, eru ráð fyri tí. Tað ber lætt til at gera ein einfaldan og bíligan sandkassa sjálvur. Alt tú skalt brúka er ein múrarabalja og nakrar steinar - og sand sjálvandi.

Danska Conny Stolberg-Rohr úr Odense hevur nevniliga gjørt sín egna sandkassa til børn síni, og hon hevur deilt hetta við miðilin idenyt.dk. 

##med2##

Soleiðis gert tú:

  1. Keyp eina stóra múrarabalju og sker botnin av henni.
  2. Grava spannina niður í grasplenuna og legg steinar rundan um.
  3. Koyr sand í - og so er klárt

##med3##

Í nógva vindinum í Føroyum er tað kanska eitt gott hugskot at leggja okkurt oman á sandkassan, so sandurin ikki fýkur um allan havan og grannalagið.