Ger tína ávirkan galdandi, Tobbi!

Sigmar Bláberg, tíðindamaður í útvarpinum


Fyri aðru ferð í summar leggur tú eftir mær í bløðunum, fyri at renna hundsørindi fyri ein ella annan, og hesaferð skal tað ikki standa ósvarað.
Lat meg gera tær greitt alt fyri eitt, at tað ongantíð verður tú, sum gert av, hvønn eg velji at endurgeva skrivliga, ella hvønn eg velji at tosa við, so viðkomandi sjálv/ur, kann siga tað sum sigast skal. Við øðrum orðum, tað verður ongantíð tú, sum setur dagsskránna í mínum yrki sum tíðindamaður.
Nei, eg havi ongan bippara sum nakar ávísur kann ringja ella rópa til.
Men eg haldi fast um, at tað sum samrøðna við Jørgin Niclasen snúði seg um, hevur alstóran týdning í orðaskiftinum um okkara fiskastovnar. Tí talvan sum hann sendi mær, vísir tíðuliga, hvussu gongdin í toskafiskiskapinum hevur verið. Og tað var tað sum eg metti at almenningurin átti at fáa at vita.
Tá tað ikki letur seg gera at almannakunngera eina talvu í útvarpinum, so má ein velja, annaðhvørt at endurgeva hana sjálvur, ella lata viðkomandi sum kennir talvuna, gera tað.
Tað helt eg at Jørgin Niclasen gjørdi so væl, og so skilligt fyri almenninginum, at eg bað hann gera tað.
Hann kom væl frá tí, og bert framtíðin fer at vísa, um hann hevur rætt ella ikki.
Innslagið var, sum tað skuldi vera.
Annars eru tað mánaðir síðani eg , sum tíðindamaður, seinast tosaði við Jørgin Niclasen
Eg kann leggja aftrat, at eg sjálvur fríggjakvøldið í farnu viku gjørdi samrøðu við ein fiskifrøðing um yvirlitstrolingarnar, sum gjørdar vórðu í august.
Tað sum í mínari verð er nógv meira áhugavert, eru tær umstøður sum arbeitt verður undir.
Havi fyrstu 3 kvøldini í vikuni verið einsamallur á innanlandsvakt til at gera tíðindir til kl. 18.30.
Tá standurin er soleiðis, so er ein altíð noyddur at gera eitt val. Ein kann velja at skriva nógvar stubbar, sum einki fylla, ella at gera nøkur innsløg, sum fylla nakað, tí í mínari verð er tað altíð lurtarin sum kemur í fremstu røð.
Bæði mánakvøldið og týskvøldið bar til at koma til innsløg, sum í samráð við tann ið tosað varð við, vórðu gjørd so stutt sum gjørligt, og fyri at sleppa undan at klippa ov nógv. Tí slíkt er als ikki tíð til í eini slíkari støðu. Tú hoyrdi kanska tíðindini mikukvøldið. Teimum var hvørki eg ella nakar annar stoltur av.
Tú hevur polittiska ávirkan. Og tú eigur at gera tína polittisku ávirkan galdandi, til frama fyri okkum sum starvast í útvarpinum, og til gagns fyri lurtaran.