Ger tað nakað, um skipini liggja eina tíð?

- Fiskiskipaflotin hevur ikki í nóg stóran tillagað seg til broyttar umstøður, men nú oljuprísurin er øktur so nógv, hava nótaskipini tillagað seg við eitt nú at partrola eftir norðhavssild  bæði, tí tey fáa størri nøgdir við partroli og tí, at tey spara olju, segði Óli Samró á seminarinum, "Oljuprísir  enn ein avbjóðing", sum Farec skipaði fyri

Seminar

Seinasta fríggjadag skipaði ráðgevingarfelagið Farec fyri seminari í útvarpshøllini um oljuprísir undir heitinum, "Oljuprísirnir enn ein avbjóðing".
Tað vóru búskaparfrøðingarnir, Óli Samró, sum stendur aftanfyri Farec, Teitur Poulsen, sum starvast hjá Faroe Petroleum og Magni Laksafoss, sum starvast við Fróðskaparsetur Føroya, ið viðgjørdu spurningin, hvussu oljuprísirnir kunnu ávirka fiskivinnuna og føroyska búskapin komandi árini.

Hvussu hongur
"lívið" saman?
Óli Samró vísti til áhugaverda bók, hann hevur lisið hjá norska prestinum, Jan Kjærstad, sum setir spurningin: "Hvordan hænger et liv sammen"?
Hann helt fyri, tá ið hann vísti til fiskiflotan og hækkandi oljuprísirnar, at ofta verður tikið fatt um viðurskifti, sum vit einki kunnu gera við, meðan tað, vit kunnu gera nakað við, ikki verður nortið.
Hann reisti eisini spurningin, hvat tað merkir fyri fiskiflotan, um oljuprísurin fer upp við eini krónu, samstundis sum fiskaprísurin fer upp við eini krónu.
- Tað er ikki bara oljuprísurin, sum hevur sína ávirkan á skiparakstur.
Óli ásannaði, at prísurin, sum skipini fáa fyri fiskin, hevur verið eitt niðurgangandi "trend", sum hann tók til, samstundis sum oljuprísurin er eitt uppgangandi "trend".
Sostatt venda bæði hesi "trend" skeivan veg, og skipini fáa ikki hesa einu krónuna meira fyri kilo, sum kundi byrgt upp fyri hækkandi oljuprísinum.
Óli vísti á eina talvu, hann hevur gjørt við fimm skipabólkum, sum vísir, at hækkandi oljuprísurin serliga gongur útyvir raksturin hjá djúpvatnstolarum og partrolarum, meðan prísirnir hava minni ávirkan á raksturin hjá eitt nú flakatrolarum og línuskipum, har manningin í størri mun luttekur í oljuútreiðslunum.

Tillaging neyðug
Hann helt ikki, at fiskiskipaflotin í nóg stóran mun hevur tillagað seg til broyttar umstøður, men vísti kortini á, at nú oljuprísurin er øktur so nógv, hava nótaskipini tillagað seg við eitt nú at partrola eftir norðhavssild bæði, tí tey fáa størri nøgdir við partroli og tí, at tey spara olju.
Á seminarinum, sum Farec skipaði fyri, vóru eisini umboð fyri vinnufeløgini, og millum hesi var eitt nú Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Tá ið Óli Samró reisti spurningin, um tað ger nakað, um skip liggja eina tíð, um raksturin ikki hongur saman, fekst í lag kjak um hesi viðurskifti.
- Er tað nakað problem, um skipið verður lagt eina tíð? spurdi hann.
Jákup Sólstein helt, at tað nyttar lítið at tosa um eina krónu upp á fiskaprísin, tá ið hon ikki er har og prísirnir í staðin eru lækkaðir munandi.
- Tað veldst eisini um, hvønn veiðibólk vit tosa um. Fingu partrolararnir, sum fiska upsa, eina krónu meira upp á prísin, hevði tað havt stóran týdning, tí nøgdirnar av upsa eru so stórar, samstundis sum prísirnir eru so lágir.

Nógv kann gerast
Óli Samró helt, at tað eru nógv viðurskifti, sum teir, ið reka skipini, kunnu ávirka ikki minst við størri umsetiligheit.
Hann endurtók, at bæði pelagiski flotin og virkið Havsbrún í Fuglafirði eru áhugaverd dømir um, at hesin parturin av flotanum og virkisliðnum hevur tillagað seg broyttu umstøðurnar.
- Virkið er útbygt og tillagað í fleiri ár, segði hann.
Óli Samró reisti eisini spurningin, um hýruprosentini neyðturviliga skulu vera tey, tey eru, har manningin í eitt nú línuflotanum fær upp ímóti eini 60%.
- Hýruprosentini við eitt nú norsku rækjuskipum hava verið munandi lægri enn í Føroyum. Kortini hava norskir rækjumenn tjent meira enn teir føroysku og í dag er rækjuvinnan hjá okkum at kalla burtur.
Óli vísti eisini á, at hansara royndir eru, at útreiðsurnar av fiskiflotanum veksa við aldrinum á skipinum.
- Hvussu nógvar rationellar "handlingar" hava vit sæð í føroyska fiskiskipaflotanum seinastu árini? spurdi hann.
Einki bendir á, at hækkandi oljuprísir merkja, at fiskaprísurin hækkar.
- Eg haldi ikki, at søgan sigur okkum, at samanhangur er millum høgar oljuprísir og høgar fiskaprísir.
Á seminarinum vísti Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur á, at samanhangur ikki er millum hesi viðurskifti.
- Eg trúgvi ikki, at Unilever fer at rinda meira fyri fiskavørur, hóast oljuprísurin er høgur, segði Óli Samró.

Hugburðsbroyting
Hann helt eisini, at neyðugt er við eini hugburðsbroyting í føroyskari fiskivinnu, har størri dentur verður lagdur á tað, sum veiðiliðið kann gera nakað við - heldur enn at brúka nógva tíð upp á tað, sum einki kann gerast við.
- Oljuprísurin í Føroyum og Noregi er hin sami, men gongdin er ikki hin sama, segði Óli Samró, sum vegna Farec skipaði fyri seminarinum, "Oljuprísirnir enn ein avbjóðing".