Ábøtur
Tvøroyri: Fólk á Tvøroyri hava leingið verið nívd av vánaligu fíggjarstøðuini hjá kommununi og nógv viðurskifti í kommununi hava ikki verið søkt so væl sum ynskiligt hevur verið, eitt nú vegirnir.
Men nú er farið at ganga framá aftur - og tað koma borgararnir eisini at merkja.
Ikki minst er rentan lækkað so nógv, at útreiðslurnar tann vegin vera einar tvær milliónir lægri í ár enn upprunaliga mett. Samstundis vísir roknskapurin fyri í fjør eisini, at raksturin hjá kommununi gekk betri enn væntað, tí partvís vóru inntøkurnar hægri enn mett og partvís vóru útreiðslurnar lægri enn mett. Tað førdi við sær, at ístaðinb fyri at hava eitt undirskot upp á 700.000 krónur á seinastu fíggjarlóg, varð talan um eitt yvirstkot upp á 2,3 milliónir.
Ogkommununan hevur staðiliga brúk á meiri pengum til ymsar ábøtur og íløgur.
Neyðugar ábøtur
Tí samtykti Tvøroyrar Býráð á fundi mánakvøldið at játta góðar fimm milliónir eyka til ymsar ábøtur í kommununi.
Tvær milliónir av teimum verða fingnar til vega við at rentuútreiðslurnar minka í ár og restin verður tikið av gjaldførinum hjá kommununi.
Peningurin skal brúkast til ymsar ábøtur, sum eru harðliga tiltrongdar.
Eitt nú skal alt takið á Ítróttarhøllini og skúlanum í Trongisvági skiftast. Hetta er eitt arbeiði sum kostar 2,2 milliónir, men í ár verður ein millión brúkt til tað endamálið. 600.000 eru goldnar, so 600.000 eru eftir til næsta ár.
Harafturat er ætlanin at asfaltera Nýggjaveg, tað er høvuðsvegurin omanfyri sjálva bygdina, sum er bundin í landsvegin inni í Trongisvági.
Somuleiðis er ætlanin at gera gongubreytina í ovara borði á Nýggjavegi liðugt.
Hetta er eitt arbeiðið sum er mett at kosta tvær milliónir og ætlanin er at gera tað í ár.
Harafturat er ætlanin at brúka smáar 1, 2 millión niðri á havnalagnum, tað skal brúkast til at asfaltera nýggja økið niðri á havnalagnum eystanfyri flakavirkið hjá Fiskavirking, umframt til at projektera nýggja bryggju fyri á økinum, sum er fylt út. Møguliga verður eisini eitt sindur fylt út afturat.
Umframt hetta, eru 300.000 krónur settar av til kloakkir, so at tann játtanin kemur upp á góðar 800.000 krónur í ár.