Gera Føroyar til eitt ruskílat til gamlar dangur

Í fiskivinnunýskipanini hjá Høgna Hoydal er bara ein vinnari og tað er øvundsjúkan, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

– Heldur enn at vit fáa ein nýmótans fiskiflota, verða vit gjørd til eitt ruskílat fyri gamlar, útlendskar dangur.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, var hvassorðaður, tá ið hann umrøddi ætlaðu fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni á landsfudninum í gjár.

 

Eyðvitað fekk ætlaða fiskivinnunýskipanin hjá samgongu nógva umrøðu á landsfundinum, og ikki óvæntað fekk hon av at vita.

 

Jørgen Niclasen segði, at einasti máti hjá okkum at fáa eina nýmótans fiskivinnum, er at geva henni møguleikar at gera íløgur.

 

– Vita reiðarar, at teir fáa rætt at fiska minst líka leingi sum tað tekur at rinda skipið aftur, fara teir at gera íløgur, er fólkafloksformaðurin sannførdur um. Og tá tosa vit um eini 12-15 ár, leggur hann afturat.

 

Men tað, samgongan ætlar, er at selja fiskirættindi á uppboðssølu, har eingin veit, hvat næsta árið bjóðar og tá er vónleyst hjá vinnuni at gera íløgur, sigur hann.

 

Hann heldur, at Føroyar fáa størst vinning úr fiskivinnuni, tá ið skipatal og fiskastovnar passa saman. Jú fleiri skip eru, jú størri verða útreiðslurnar eisini. Tí vil Fólkaflokkurin varðveita eina skipan við veiðiloyvum fyri at avmarka talið á skipum, sigur floksformaðurin. 

 

– Men tað samgongan vil avtaka veiðiloyvini og avleiðingin av tí verður, at eitt óavmarkað tal av fiskiskipin kunnu koma í flotan. Heldur enn at fáa ein flota a nýggjum skipum, verða vit eitt ruskílat til gamlar dangur úr útlandinum og tá kann virðið á fiskinum bara minka.

 

– Skal fiskivinnan gera íløgur, er neyðugt at vinnan fær loyvi at geva avkast. Men við uppboðssøluni og tilfeingisgjaldinum ætlar samgongan at taka allan vinningin í landskassan.

 

Skal ein reiðari fáa í mesta lagi 10 prosent av eginpeninginum í vinningi fær hann ikki bjálva seg og so fáa vit ein gamlan, óeffektivan flota, og virðið á fiskaða fiskinum fer at minka. Og so slepst ikki undan, at útflutningsvirðið eisini fer at minka, sigur Jørgen Niclasen.

 

 – Í fiskivinnunýskipanini hjá Høgna Hoydal er bara ein vinnari og tað er øvundsjúkan, helt Jørgen Niclasen turrisliga fyri.

 

Og hann ar ikki einsamallur um at lesa ætlaðu fiskivinnuskipanina niður í sand og øsku. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir heldur, at samgongan skuldi heldur syrgt fyri, at kapping verður um fiskin, EFTIR at hann er fiskaður.

 

Og Joen Magnus Rasmussen spurdi, hví tað er so avgerandi, at øll skulu sleppa at giska, tá ið vit vita, at tá ið fiskurin er fiskaður, fer tað mesta a landinum sum óvirkað ráøra. Og hann spyr, hví vit ikki leggja størri dent á at fáa meiri burtur úr fiskinum eftir at hann er fiskaður. Men tað ger fiskiinnunýskipanin onki við, sigur Joen Magnus Rasmussen.