Soleiðis skrivar Thomas Arabo, fyrrvendi løgtings- og landsstýrismaður í grein á síðu 12.
Og rætt hevur hann.
Sum dømi tekur hann byggilógaruppskotið, sum nú liggur í tinginum, sum hann sigur stórt sæð vera umsett úr danskari lóggávu og sum kemur at merkja økt formyndarí, økta umsiting og økt stríð og kostnað fyri vanliga føroyingin.
Tað er av stórum týdningi, at politiska valdið ikki letur seg tøla av krakkaveldinum, sum ofta tykist at vera til bara fyri at vera til, og sum hevur so góðan hug at gera reglur og tvørar skipanir, so tað verður truplari og keðiligari og dýrari hjá vanliga fólkinum, meðan tað skapar krakkunum og kommisserum arbeiði og er samfelagnum til last.
Tað er nemliga slett ikki neyðugt at gera alt so trupult og innviklað!