Gera nýtt hylki um Tjernobyl

Í gjár varð farið undir at byggja eitt nýtt verndarhylki rundan um Tjernobyl-kjarnorkuverkið í Ukraina, sum sprongdist fyri 26 árum síðani.

Ukrainski forsetin, Viktor Yanukovych, og umboð fyri fleiri lond vóru hjástødd, tá arbeiðið byrjaði í gjár. Hylkið er mett at kosta 1,5 milliard evrur og er lutvíst fíggjað við pengum úr øðrum londum. Ætlanin er, at tað nýggja hylkið skal halda tey næstu 100 árini.

Tjernobyl-kjarnorkuverkið sprongdist tann 26. apríl í 1986, og geislavirkin luft rak inn yvir stórar partar av Evropa. Hildið verður, at minst 25.000 fólk, yvirhøvur ukrainar og russar, eru deyð av beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkan av spreingingini.