Gera nú vardar íbúðir í Klaksvík og í Runavík

Mánadagin verða fyrstu fløgini loyst fyri einum bygningi til vardar íbúðir í Klaksvík og einum í Runavík.

Tað sigur Landsverk í dag

Tað verða 10-16 vardir bústaðir í hvørjum staði.

Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika og tí verður farið undir hesar báðar verkætlanirnar.

Og tað verður so klokkan 11 í morgin, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum loysir fyrsta flagið til vardu íbúðirnar við Mylnutún í Klaksvík.

Aftan á er opið hús á kommunuskrivstovuni, har kunnað verður um verkætlanina við vardum bústøðum.

Tveir tímar seinni, klokkan 13, setir landsstýriskvinnan spakan í fyri eini líknandi verkætlan omanfyri Rúnarveg í Runavík.

Aftan á verða hurðnar latnar upp í Skúlanum við Løkin, har kunnað verður um hesa verkætlanina.

Hvør verkætlan kostar 16,5 milliónir, pláss verður fyri 10-16 búfólkum í hvørjum og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt á heysti næsta ár.

Myndin er av vardu íbúðunum í Kaksvík og skitsan er av teimum í Runavík.