Nú er av álvara gongd komin á arbeiðið at gera nýtt eldrasambýli í Vági.
Mánadagin varð farið undir at grava fyri vegnum til sambýlið, sum verður gjørt úti á Marknoyri.
Nú í vikuni er eisini sjálvsognarstovnurin, sum skal eiga sambýlið, endaliga stovnaður, og í næstum verður alt góðkent í Býráðnum.
Annars verður tað heimarøktin, sum kemur at standa fyri sjálvum rakstrinum.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági sigur, at arbeiðið at gera sambýlið verður boðið út í næstum.
Ætlanin er at bjóða tað út ímillum entreprenørar í Suðuroynni. Ætlanin er at biða um heildartilboð uppá alt arbeiði.
Býráðsformaðurin sigur, at so verður farið undir arbeiðið.
Men tað skal berast skjótt at, tí ætlanin er, at tað skal verða klárt hjá búfólkunum at flyta inn longu á nýggjárinum.
Talan er um eitt sambýli til 10 fólk, sum ætlanin er at byggja í Vági.
Men vágbingar hava lagt upp fyri.
Tí kommunan hevur ognað sær eitt so stórt stykki, at tað ber til at byggja tvey líka stór sambýli afturat í forlongilsi á hesum.
Og tað er ikki óvist, at eitt verður bygt afturat heilt skjótt, tí tørvurin er stórur, sigur Jógvan Krosslá.