Alistøðin Fútaklettur í Sandavági hevur søkt Miðvágs og Sandavágs kommunur um loyvi at gera eina sonevnda landstøð í bygninginum, sum í síni tíð hýsti rækjuvirkinum á havnarlagnum í Miðvági.
Ein landstøð er í grundini eitt slag av karantenustøð, greiðir Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti, frá. Ella ein støð, har øll ferðsla til og frá aliringunum, sum fyrsta dagin verða lagdir út aftur á vágna, skal ganga ígjøgnum.
Ætlanin er, greiðir Atli Gregersen frá, at hegna eitt ávíst øki á bryggjuni av, soleiðis at avgjørt eingin óviðkomandi sleppur fram at økinum. So skal øll ferðsla, sum hevur við ringarar at gera, ganga gjøgnum tann partin av bygninginum, sum Fútaklettur fer at brúka.
Bátarnir skulu so leggja at við bryggjukantin innan fyri avhegnaða strekkið. Og tað skal haldast sera strangt, leggur stjórin dent á.
Eingin sleppur í land ella umborð á bátarnar, uttan at farið verður gjøgnum hendan bygningin, har strangt eftirlit verður hildið við sóttreinsan.
Í bygninginum verður skift, soleiðis at t.d. eingin sleppur til hús við óreinsaðum arbeiðsklæðum.
?Talan verður um eitt stað, sum verður fullkomuliga avbyrgt frá restini av verðini, sum Atli Gregersen tekur til.
Eisini verður ein sonevnd deyðfiskamóttøka á støðini, greiðir hann frá. Tað fer at virka soleiðis, at umborð á bátinum, har deyði fiskurin verður tikin upp, verður fiskurin sýraður, soleiðis at allar smittur verða dripnar, áðrenn deyði fiskurin so verður koyrdur í eina kvørn, sum melur alt til eina evju, ið verður pumpað í ein tanga á landstøðini, sum ein tangabilur frá móttøkuvirkinum Salmon Proteins á Eiði so kemur og tømir.
Atli Gregersen greiðir frá, at teir á alistøðini Luna á Gøtuvík hava hesa skipanina, og har hevur hon roynst sera væl.
Ringarnir, sum nú beint eftir páskir skulu leggjast út til boyurnar suður frá Hillingartanga, liggja í løtuni inni í havnini beint út fyri har, sum ætlaða landstøðin skal vera. Teir hava verið uppi á landi og eru umvældir og reinsaðir og eru nú klárir at sleipa útaftur. Væntandi fara eisini ringar at koma onkra aðrastaðni frá, sigur Atli Gregersen.