Fríggjadagin í farnu viku varð bókin »Tann ósjonligi fílurin« givin út. Tað er rúsdrekka- og narkotiakráðið, sum stendur fyri útgávuni, og snýr bókin seg um teir trupulleikar, sum standasta av ovurnýtslu av rúsdrekka.
Tó so, bókin er ikki bara ein peikifingur, sum sigur frá, hvørji tekini kunnu vera, tá ein starvsfelagið, familjulimur ella onkur triði hevur rúsdrekkatrupulleikar.
Í stóran mun verður eisini greitt frá, hvørjir møguleikarnir eru, til tess at hjálpa misnýtaranum, soleiðis at hesin kann fáa hjálp til at koma burtur úr truplu støðuni.
Løgfrøðingur
Tað er danin, Jørgen F. Nissen, Ið hevur skrivað bókina. Jørgen er løgfrøðingur, og seinastu mongu árini hevur hann fingist við ráðgeving í samband við rúsdrekkamisnýtslu. Ráðgeving hansara fevnir um bæði húski og arbeiðspláss, og hevur hann eisini í samband við starv sítt givið út fleiri bøkur, harav »Tann ósjónligi fílurin« er hin fyrsta.
Bóking greiðir á bersøgnan hátt frá, hvussu álvarsligir rúsdrekkatrupulleikarnir kunnu verða, eins og hon greiðir frá gongdini, tá ein persónur verður bundin at rúsdrekka.
Sera beinrakin
Tað at málburðurin í bókini er somikið bersøgin, ger eisini sítt til, at bókin gerst sera beinrakin. Lítið og einki uttanumtos er, soleiðis at í hvørjum parti verður farið beinleiðis til kjarnuna í málinum.
Lesarin situr tí ongantíð við teirri fatan, at talan er um eina skaldsøgu av einhvørjum slag, soleiðis sum ofta er, tá farið verður ov nógv uttan um evnið.
Hetta ger eisini, at bókin er eitt sera hent amboð hjá teimum, sum hava trupulleikan nær at sær. Partarnir eru stuttir og greiðir, og er tí sera lætt at finna runt í bókini, um so er, at lesarin skal leita aftur á eitt ávíst petti í bókini.
Eisini skal týðarin, Jústinus L. Eidesgaard, hava rós fyri, at bókin er týdd á slíkan hátt, at hon er sera lætt skiljandi hjá lesaranum.
Samanumtikið ein bók, sum er sera hjá øllum teimum, sum á einhvønn hátt hava rúsdrekkatrupulleikar nær at kroppinum í gerandisdegnum, eins og hetta er ein góð bók hjá teimum, sum bert vilja ogna sær meira vitan um evnið.
Vert at nýta pening til
Pál Weihe, formaður í Rúsdrekka- narkotaráðnum (R&N) sigur, at R&N hevur til uppgávu at upplýsa og geva út hent tilfar um misnýtslu av ymsum slag.
Eftir teirra fatan, er her talan um eina henta, sum á ein beinraknan og lætt skiljandi hátt viðgerð teir trupulleikar, sum ofta standast av rúsdrekkamisnýtslu, eins og hon eisini viðgerð spurningin um ymsar viðgerðarhættir.
Pál Weihe leggur afturat, at henda bók ikki skal skiljast soleiðis, at R&N hevur eina ávísa ideologiska áskoðan á rúsdrekkatrpulleikar, t.d. um hvørjar viðgerðarhættir høvundurin nevnir í bókini. Bókin er stutt sagt givin út, tí R&N metti, at hetta var nakað, sum var vert at nýta pening til.
Bókin kostar 150 kr., og er at fáa í bókabúðum kring landið.