Tórshavnar kommuna hevur samtykt at innrætta loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði til ungdómshús fyri hálvaaðru millión krónur.
- Tað er ein góð íløga at innrætta loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði til ungdómshús, sigur Levi Mørk, býráðslimur. Umframt at vera býráðslimur, so er Levi Mørk eisini leiðari í frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum eisini hýsir Klubb 188, sum er ungdómshúsið í Hoyvík, sum nú eisini er komið í fasta legu við játtan frá býráðnum.
Levi Mørk sigur, at ætlanin er, at til ungdómshúsið í Kollafirði er liðugt, skulu kollfirðingar kunna brúka ungdómshúsið í Hoyvík. Bussur skal koyra millum Kollafjørð og Hoyvík, eitt nú leygarkvøld, tá opið er.
- Ætlanin er eisini, at ungdómshúsini hjá Tórshavnar kommunu skulu skipa fyri dansi upp á skift í Dansifrøi, og tað byrjar í januar komandi, sigur Levi Mørk.