Fleiri røddir í sambandsflokkinum hava verið frammi um at broyta fiskivinnuna. Millum annað segði vinnumálaráðharrin Johan Dahl á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, at fiskivinnuskipanin skal broytast. Hvussu hon skal broytast vil hann ikki siga enn.
- Vit arbeiða upp á eitt uppskot, sum vit fara at leggja fram fyri hinum samgonguflokkunum, sigur Johan Dahl. Uppskotið verður væntandi liðugt innan nakrar vikur og leggur upp til broytingar í tilfeingisgjaldi, og hvussu fiskiloyvini verða deild út.
Vinnan skal gjalda meira
Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, heldur, at uppsjóvarvinnan skal gjalda meira í tilgeingisgjaldi, enn hon ger í dag. Í 2013 komu umleið 136 milliónir inn í tilfeingisgjaldi. Jørgen Niclasen hevur sagt, at tilfeingisgjaldið skal geva í alt 200 milliónir krónur í 2015 og 250 milliónir krónur í 2016.
Hetta gjaldið skal upp - og gjarna longu í ár, sigur Bárður Nielsen.
- Vinnan hevði sera gott yvirskot í ár, og tað verður nokk ikki dýrari at taka fiskin upp, so tað hevur hon væntandi eisini komandi árini. Tí eigur landskassin at fáa sín rímiliga part av hesum, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini. Hann vil tó ikki siga, hvat ein rímuligur partur er.
- Vit hava atgongd til marknaðarprísir á makrel, so tað átti at verið gjørligt at gjørt eitt roknistykki, har man skattar tað yvirnormala yvirskotið harðari, sigur hann.
Veiðiloyvi yvir fleiri ár
Eitt av teimum viðurskiftunum, sum búskaparfrøðingar hava funnist nógv at er, at veiðiloyvir verða latin fyri fleiri ár. og kunnu seljast víðari við skipunum.
Bárður Nielsen heldur tó, at vinnan skal hava skipaði viðurskiftir og leggur ikki upp til at broyta skipanina, sum gevur skipum fáa veiðiloyvir fyri fleiri ár.
- Tað ber ikki til at gera hundratals milliónaíløgur í skip, um tú ikki veit, um tú sleppur at fiska, sigur Bárður Nielsen.
- Ert tú í vinnuni, mást tú vita, um tú kanst fiska næstu 4-5 árini.
Sambært búskaparfrøðingum er tað júst veiðiloyvini, sum eru galdandi yvir fleiri ár, sum skapa eina miðsavning í fiskivinnuni. Tað eru bara ógvuliga pengasterkar fyritøkur, sum kunnu keypa skip við veiðiloyvum yvir fleiri ár, og vandi er fyri at einans útlendingar hava ráð til tað, sigur millum annað Kári Petersen búskaparfrøðingur. Veiðioyvini føra við sær, at skipini í flotanum, sum í sær sjálvum eru verd 1,210 milliónur krónur, kunnu seljast fyri 6-7 milliardir krónur.
Nógv kjak hevur verið um, hvussu uppsjóvarvinnan skal skipast, síðan yvirskotið í uppsjóvarvinnuni er vorðið mett at økjast við 500 milliónum krónum árligia komandi 4-5 árini. Búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, metir avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni at fara frá 400 milliónum krónum upp í 2 milliardir krónur, og yvirskotið at fara frá 250 milliónum krónum til 750 milliónir krónur.
Í hesum sambandi hevur Páll á Reynatúgvu sett skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard um uppsjóvarfiskiloyvir 14 apríl. Fyrispurningurin skal svarast skrivliga sambært grein § 52a í tingskipanini.
Í viðmerkingunum skrivar Páll á Reynatúgvu ,at stóra uppsjóvarríkidømið við Føroyar viðførir áhuga hjá nógvum at royna eydnuna og at hóast ovurstórar nøgdir av fiski, so er trupult at hava innlit í, hvussu flotin broytist ella tillagast broyttu støðuna.
Spurningar:
1.Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir svartkjafti, og hvørji eru tey?
2.Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir sild, og hvørji eru tey?
3.Hvussu nógv skip fáa fiskiloyvi at royna eftir makreli, og hvørji eru tey?
4.Hvussu nógv nýggj uppsjóvarfiskiloyvir eru latin síðani 2010?
5.Hvussu nógvar nýggjar umsóknir um fiskiloyvir eru móttiknar í Fiskimálaráðnum?
6.Hvaðani eru tær, býttar á sýslur?
7.Hvat fer landsstýrismaðurin at gera við hesar møguligu umsóknir?