Gera viðarlundina í Havnardali nógv størri

Borgarstjórin sigur, at hetta vísir, at eisini vit í Føroyum gera nakað fyri at forða fyri veðurlagsbroytingum – men ein býráðslimur er ímóti

Hetta er eitt rættiliga gott og framskygd mál, sum okkara eftirkomarar fara at fegnast um. Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn á býráðsfundi, nú Býráðið hevur samtykt at gera viðarlundina í Havnardali nakað væl størri enn hon er nú.

Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at taka tvær grannatrøðir hjá viðarlundini upp í viðarlundina. Talan er um tvær traðir upp á tilsamans slakar 20.000 fermetrar, og sum Aksel Hansen, bóndi, velti undir krígnum, ella har á leið. Kommunan keypti traðirnar í 2005 fyri 2,4 milliónir við tí endamáli at gera tær til eitt frílendi hjá fólki.

Á traðunum er eisini ein lítil, fitt tjørn upp á einar 1100 fermetrar og nú hevur býráðið samtykt at planta trøð á teimum og leggja tær afturat viðarlundini í Havnardali.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at fólk hava stóra gleði av viðarlundini í Havnardali.

Annika Olsen heldur, at eitt mál, sum styrkir okkara støðu. Hon vísir á, at tað bøtur um CO2 útlátið at planta trøð, umframt tann týtning tað hevur fyri trivnaðin.

– Nógva staðni kring heimin verður stórur dentur lagdur á at planta trøð, tí tað bøtir um CO2 javnvágina hjá teinum. Og tá ið vit í Føroyum, nú  eisini kunnu vísa á, at vit planta trøð, ger tað sítt til, at útlatið av veðurlandsgassum, minkar. Tí er hetta ein framskygd ætlan, sigur hon.

Annfinn Brekkstein, býráðlimur, vísir á, at í síni tíð varð Havnardalur tikin til traðir og hann heldur, at traðirnar heldur skulu latast traðarmonnunum aftur og tí tekur hann ikki undir við, at tær verða tiknar til viðarlund.