Gerandisdagur

Ólavsøkan er nú farin afturum og aftur er gerandisdagur. Havnin kemur spakuliga aftur til lívs og fólk eru farin aftur í vinnu, tey sum eru so heppin at hava eitt arbeiði at fara til. Henda ólavsøkan er sermerkt á mangan hátt. Vit kundu hugsað okkum at tikið fram nøkur dømi:

Mentanarliga vóru tvær stórhendingar: Føroyska orðabókin kom út og Fornminnissavnið fylti 100 ár. Tað hevur leingi verið stórur saknur í orðabókini. Nú er hon so komin og hon er eitt dygdarverk og ein varði í føroyskari málsøgu. Orðabókin er týdningarmesta amboði hjá skúlaungdómi, hjá skrivandi fólki og hjá øllum, sum í gerandisdegnum nýta skrivt í síni vinnu. Øll eiga at fegnast um verkið og rithøvundarnir eiga stóra tøkk uppiborna frá allari tjóðini. Leingi var at bíða, men so mikið fegnari eru vit nú.


Hin stórhendingin er sum nevnt, at okkara tjóðsavni, Føroya Fornminnissavn fylti hundrað ár á ólavsøku. Til tess at markera hesa hending hevur Fornminnisavnið skipað fyri stórfingnari framsýning í sýningarhølum savnsins í Brekkutúni í Hoyvík. Her er nógv forvitnisligt at síggja. Serstakliga vilja vit nevna forngripir, ið eru til skjals í Danmark og sum eftir hvat landsstýrismaðurin nevndi í røðu síni, kunnu flytast til Føroya. Tað er stimbrandi og uppbyggjandi fyri ung sum eldri at síggja hesa framsýning og vit mala øllum til at nýta høvið.


¡ ítróttarøkinum hendi sum vanligt nógv spennandi og gott. Skulu vit nevna nakað burturúr, má tað vera Atlantic Giant kappingin. Hetta var eitt originalt og frálíkt tiltak, sum fyrireikararnir m.a. Sjónvarp Føroya eigur tøkk uppiborið fyri.


At enda vilja vit nevna tað politiska, ið eyðkennir allar ólasøkur: løgmannsrøðan. Hon var áhugaverd við tað, at hon var óvanliga spøk og kompromisøkjandi. Tað er langt síðan vit hava hoyrt so spakmæltan løgmann. Hinvegin var innihaldið áhugavert. Tað er nú rættiliga greitt, hvussu ferðaætlanin fyri leiðini fram móti einum suverænum Føroyum sær út. Hetta er alla æru vert og áhugavert verður at vita, hvør móttøkan frá andstøðuni verður. Annars peikar løgmaður á nógvar av teimum broytingum, ið standa fyri og fara vit at viðgera tær nærri í blaðnum, so hvørt sum tær koma á politisku dagsskránna. Samanumtikið var løgmannsrøðan ein innbjóðing til samstarv og tá serstakliga við javnaðarflokkin. Í hvussu so er vóru nógv mál og sjónarmið, sum liggja nær teimum hjá javnaðarflokkinum.


Skrúðgonga og løgtingssetanin vóru hátíðarlig og verdug, sum tey eiga, men tað fellur mongum fyri bróstið, at tingformaðurin verður sitandi, meðan hann tosar við tingmenn. Í flestu fólkaræðisligum londum, reisir formaðurin seg úr sæti, tá hann talar við tingið uttan mun til, hvussu stutt ella hvønn týdning boðini hava. Okkara tingformaður verður sitandi. Tað riggar illa. Tó skal sigast, at Finnbogi Íakson er ósekur í hesum. Hesin siður kom í fyri nøkrum árum síðan, men tað hevði verið ein heiður fyri Finnboga, um hann vendi aftur til góðan gamlan formannsið: at reisast úr sæti, hvørja ferð hann tekur orðið frá formannsplássinum. Tað gjørdu J. Fr. Øregaard, H. Djurhuus og teir gomlu og tað sømdi seg elsta parlamenti í Norðurlondum.