Útferðarlongsul
Ragnhild Ellingsgaard
Hóast hon einans er 17 ára gomul, so hevur hon longu roynt eitt sindur av hvørjum. Hon er júst afturkomin til føroysku klettarnar, sum hon kallar ?Mín ar Oyggjar?, eftir at hon farna árið hevur búleikast í einum fjarskotnum landi, sum neyvan fær nógvar aðrar føroyingar á vitjan.
Ein útferðarlongsul
Seinasta summar stóð tá 16 ára gamla Rakul Roarsdóttir Ellendersen úr Havn á einum flogvølli í Peru saman við øðrum ungum ymsastaðni frá í heiminum. Rundan um tey var alt kaos, og tey tóku fyrsta stigið inn í ein nýggjan og ókendan heim.
Tey hittust í Amsterdam, og vóru øll á veg til Peru gjøgnum AFS.
Á flogvøllinum stóðu fólk frá felagskapinum og tóku í móti ungu ferðafólkunum, og uttanfyri lá hitin og bíðaði sum eitt heitt og kvalandi teppi.
- Tey, sum tóku ímóti okkum, skuldu øll hava ein koss á kjálkan. Tað var eg slett ikki von við. Samstundis, sum eg skuldi kyssa øll hesi fremmanda fólkini, mátti eg eisini ansa eftir viðførinum. So alt bleiv eitt sindur rokarsligt, greiðir Rakul frá, nú hon nýligani er komin aftur til Føroyar.
Men hóast kaos valdaði, so kom Rakul í øllum góðum fram til familjuna, sum skuldi húsa henni komandi árið.
Familjan búði í býnum Huaraz, og hetta er langt, langt burturi frá Føroyum.
- Eg havi altíð havt ein útferðarlongsul innan í mær. Eg havi eina trongd til at uppliva nýggj ting, og dámi væl broytingar. Harafturat vildi eg fegin læra spanskt, so tí tók eg avgerðina um at fara eitt ár uttanlanda, greiðir Rakul frá.
Hon var júst liðug við 9. flokk, men meðan hinir floksfelagarnir hildu áfram í 10. flokki ella fóru undir víðari lesnað, so gekk leiðin hjá Rakul móti Peru.
Og tað var ikki av tilvild, at leiðin gekk til júst hetta landið.
- Eg vildi fyrst og fremst læra spanskt, og so vildi eg sleppa til eitt land, sum hevði nógv at bjóða mær. Peru hevur bæði strendir, fjøll og frumskógir, og harafturat er søgan hjá landinum rættiliga spennandi. Serliga søgan um gomlu inka?irnar dróg meg at sær, sigur unga havnargentan.
Lágt støði
Í býnum Huaraz gekk Rakul á einum lítlum privatskúla við tilsamans 300 næmingum. Skipanin á skúlanum hevði bert ein flokk á hvørjum stigi, og var undirvísingin ikki av tí allarbesta.
- Undirvísingin líktist henni, ið føroyingar nýttu fyrr í tíðini. Tey kendu einki til bólkaarbeiði, og tá lærarin tosaði, skuldi ein helst ikki bróta av ella spyrja um nakað, greiðir Rakul frá.
Hetta dámdi henni einki serligt, og undirvísingin var eisini á einum munandi lægri støði, enn havnargentan var von við úr Føroyum.
- Tey hava enskt sum lærugrein longu í 1. flokki, men hóast tað, sótu tey enn í 10. flokki og skrivaðu um hundar, sum skuldu yvir um onkra brúgv, sigur hon.
Harafturat skuldi næmingarnir hvønn dag møta á skúlanum í einum eyðkendum búna. Hetta merkti, at genturnar skuldu vera ílætnar ein gráan niðurdeil við selum, lakkskógvar, knæsokkar, eina hvíta skjúrtu og eina opna troyggju uttaná.
- Í fyrstani var tað øgiliga torført at venja seg við hendan búnan. Eg vildi ikki, at nakar skuldi síggja meg í hesum, og tí rann eg hvønn dag frá skúlanum og heim til familjuna, har eg í skundi lat meg úr aftur búnanum, greiðir Rakul frá.
Av tí at skúlin einans hevði ein flokk á hvørjum stigi, fann Rakul sær heldur ikki nógv vinfólk á skúlanum.
Ístaðin fann hon sær vinir gjøgnum teir hjálparnar, sum AFS hevði á staðnum.
Vaskaði í ánni
Tá AFS sendir ung fólk út á ferð, fáa tey eina vertsfamilju, sum skal húsa teimum, meðan tey eru á vitjan í landinum.
Familjan, sum Rakul búði hjá, var sett saman av mammu, pápa og einum átta ára gomlum líltabeiggja. Meðan Rakul var búgvandi hjá teimum, vaks familjan enntá við eini líltusystir.
Stórur stættarmunur kann vera á fólkinum, sum búgva í Peru, men familjan hjá Rakul var ein av teimum, sum var hampuliga væl fyri.
- Tey manglaðu ikki pening, men oyðslaðu heldur ikki, sigur hon.
Men hóast familjuni ikki væntaði pening, so var ikki vístur nakar serligur áhugi fyri hesi ungu gentuni, sum skuldi búgva hjá teimum komandi árið.
- Í fyrstuni treivst eg stak illa saman við teimum, mest tí at tey ongan áhuga sýntust at hava fyri mær. Tey spurdu ongantíð til mín, og royndi eg at fortelja teimum okkurt, fekk eg einki ordiligt aftursvar, greiðir Rakul frá.
Familjan heima í Føroyum dámdi hetta sjálvandi einki. Tey vildu helst, at Rakul flutti til eina nýggja familju, men tað vildi unga dáman als ikki hoyra talan um.
- Nú var eg komin at kenna tey, og so skuldi eg eisini verða saman við teimum, sigur hon.
Í dag dugir Rakul ikki at siga, um avgerð hennara var røtt ella ikki.
- Eftir eina tíð gjørdist alt betri. Men sjálvt um eg óivað hevði havt tað betri onkra aðra staðni, so angri eg ikki avgerð mína, sigur hon.
Hóast Rakul ikki heldur, at íbúgvarnir í Huaraz vóru illa fyri, so var tó okkurt, ið ikki var eins og heima í Føroyum. Millum annað átti eingin nakra vaskimaskinu, og heitt vatn var heldur ikki at finna.
- Tí mátti eg hvønn dag vaska klæðini í eini á, sum rann tætt við húsini, greiðir hon frá.
Vatnið í ánni var fult at runu og øðrum skitti, og tí gjørdust klæðini heldur ikki rein, hóast Rakul royndi at gera sítt besta.
- Eg vaskaði klæðir fyri at fáa sveittan úr teimum. At fáa tey heilt rein var vónleyst, og tí hevði eg heldur ongin hvít klæði við heimaftur. Hóast tey vóru hvít, tá eg fór úr Føroyum, so eru tey nú blivin grá og brún, flennir hon.
Samstundis leggur hon afturat, at slíkt venur ein seg skjótt við.
- Hatta var bara ein partur av upplivingini, sigur Rakul.
Hjálpti fátøkum
Sum fyrr nevnt, so fann Rakul sær ikki teir nógvu vinirnar í skúlatíðini. Ístaðin hitti hon gjøgnum AFS onnur ung, og úr hesum spurdist í fleiri førum sterk vinarbond.
Ein av vinkonunum starvaðist á einum staði, sum tey kallaðu commedor. Hetta var eitt slag av frítíðarheimi hjá teim børnunum, sum hoyrdu til ta fátækra slagið. Hesi børn komu eftir skúlatíð á heimið, og fingu tey har heitan mat borðreiddan.
Rakul fór hvønn dag eftir skúlatíð at vitja vinkonu sína, og soleiðis kom hon eisini at hjálpa til á heiminum.
Saman við øðrum spældi hon sjónleik við børnunum, lærdi tey at tosa og skriva enskt og at spæla floytu og guittar.
Foreldrini hjá hesum børnum vóru fátøk, og høvdu einki serligt at bjóða børnunum heima.
Sum oftast tilvirkaðu foreldrini ymiskt, sum tey síðan seldu úti á gøtuni. Peningurin varð nýttur til rúsdrekkamisnýtsluna hjá pápanum, og tí sóu børnini ongantíð nakað til tað, sum fekst inn av seldu lutunum.
Eisini var vanligt, at mammurnar seldu seg sjálvar fyri at fáa hendur á neyðuga peninginum.
- Hetta var ólekkurt at vita, og eg vandi meg ongantíð við tankan. Tí var eg eisini glað fyri, at eg kundi vera okkurt fyri børnini, og at eg kundi læra tey okkurt, greiðir Rakul frá.
Í flestu førum enda børnini á somu leið sum foreldrini. Ofta orsakað av, at tey ikki kenna til annað.
- Um vit megna at vekja áhugan fyri at læra, so kunnu børnini møguliga gerast til okkurt størri seinni í lívinum, heldur Rakul.
Nógv er broytt
Í dag er 17 ára gamla Rakul aftur stødd í Havn saman við røttu familju síni.
Meðan hon hevur verið í fjarskotna Peru, er familjan heima eisini vorðin størri. Mamma Rakul gjørdist nevniliga við barn, eftir at Rakul var farin avstað. So tá Rakul kom heim, lá ein nýggj systir og bíðaði henni.
- Eg gjørdist sera glað, tá eg fekk at vita, at eg skuldi verða stórasystir enn einaferð. Men samstundis var hetta eisini torført, tí eg fekk jú einki við av nøkrum, flennir hon.
Nýggja lítlasysturin er tó ikki tað einasta, ið Rakul skal venja seg við, nú hon komin heimaftur.
- Í veruleikanum er tað nógv verri at koma heim, enn fara avstað. Tá tú fert, innstillar tú teg líkasum uppá, at nú er alt nýtt. Men tá tú kemur heim, væntar tú, at alt hevur staðið stilt og bíða eftir tær. Soleiðis er tað bara ikki, greiðir hon frá.
Sjálv er Rakul eisini nógv broytt. Hon er vorðin meiri búgvin, og upplivingarnar eru eisini nógv fleiri í tali nú.
Millum allar teljast millum annað fjallaklintring og vitjan av Machu Picchau, gamla inka-býnum, umframt at Rakul í dag eisini dugir at tosa spanskt.
Tó dylir hon ikki fyri, at hon er glað fyri at vera heima aftur.
Men hóast leiðin eftir summarfrítíðina gongur niðan á Hoydalar, so er útferðarlongsulin ikki gloymdur í Peru.
- Eg dugi ikki at siga tær, hvussu framtíðin hjá mær fer at síggja út, men hon verður neyvan í Føroyum. Sum sagt havi eg eina trongd til at uppliva, og hetta kann ikki bara goymast burtur, sigur unga Rakul úr Havn at enda.