Steypavinnararnir í Víkingi eru stórfavorittar, tá ið AB seinnapartin fer at vitja í Sarpugerði. Eftir steypasigurin á EB/Streymi ólavsøkudag hava teir í Víkingi vant tvær ferðir, og takið hjåa Jógvani Martin Olsen hevur fyrst og fremst verið at fáa sinniligu javnvágina í rættlag, so fokus verður á avbjóðingini seinnapartin.
Avbjóðingin verður stór, tí argjamenn eru ikki frítt sperdir. Eftir KÍ sigurin í Sørvági er teinurin niður til strikuna minkaður nógv.
Hjá Víkingi er Sam Jacobsen framvegis skaddur. Erling Jacobsen varð innskiftur í steypafinaluni. Tá varð hann so mikið skaddur, at tað er greitt, at hann verður ikki tøkur næsta mánaðin.
Liðformaðurin hjá AB, Kenneth Jacobsen, er leikbannaður. Tróndur Sigurðsson, John Hansen og Mortan úr Hørg eru ivasamir. Janus M. Joensen er farin til Danmarkar í útbúgvinarørindum.