Gerandisdagur við góðari blanding

Triðja og fjórða ættarliðið, sum fyri tað mesta eru at finna heima á klettunum, skulu saman við týdningarmiklum veteranum stríðast fyri at varðveita støðuna á altjóða styrkislistanum

ALTJÓÐA LUTTAKARARNIR

Tað er serligur rómur og hýrur, tá ið ellivu føroyingar standa andlit til andlit við eitt nú fronsku og írsku heimsstjørnurnar, og tað er bæði spennandi og upplyftandi, tá ið Óli Johannesen megnar at halda Thenry Henry í stuttum tjóðri, ella tá ið Rógvi Jacobsen vinnur luftdystir við írsku leyvurnar.
Men tað er ein royndur lutur, at fyri Fótbóltssambandið, leiðararnar og venjararnar, spælararnar og eisini áskoðararnar og pressuna er tað vorðið afturvendandi rutina, at landsliðið tekur lut í EM og HM undankappingum, og at Føroyar og landsliðið nakrar ferðir um árið eru samrøðuevni í altjóða fótbóltspressuni.
Jens Martin Knudsen er tann einasti, ið er eftir av sekstan manna liðnum, sum spældi fyrsta altjóða skrásetta landsdystin á Akranesi 8. august í 1988, og sum vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990. At seta strikur millum spælarar og siga, at hesin hoyrir til fyrsta og hasin til næsta ættarliðið av landsliðsspælarum er sjálvandi ómøguligt. Men um vit rokna teir, sum vóru fyrstu ferð á landsliðnum í aðru undankappingini, at hoyra til næsta ættarliðið, so er skjótt at staðfesta, at tað eisini farið at tynnast í næsta ættarliðnum. Her verður hugsað um Óla Johannesen, Toda Jónsson, og Jákup Mikkelsen.
Hvat aldri viðvíkur hevur tað verið eitt sindur ymiskt, nær spælararnir eru slopnir framat. Pól Thorsteinsson er eisini omanfyri tredivu, og nú er Julian Johnsson, sum í fleiri ár taldist millum yngstu landsliðsspælararnar, eisini farin um tey tredivu.
Jens Martin Knudsen hevur onkra ferðina lýst, hvussu tað var, tá ið Føroyar traðkaðu fyrstu altjóða skógvarnar. Páll Guðlaugsson plagdi at siga, at teir vóru við fyri at læra, og soleiðis var tað í orðsins sanna týdningi. Ikki bara á vøllinum, men eisini tá ið tað viðvíkti karmunum kring dystirnar og fyrireikingarnar og tilrættaleggingini sum heild.
Tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í níti árunum, at lunnar vórðu lagdir undir umsitingina hjá Fótbóltssambandinum, og nú er talan um fastar mannagongdir og harvið meiri ella minni um rutinu, tá ið dystir og kappingar verða løgd til rættis og avgreidd.
Kenna ikki til annað
Vandin í lítlari fótbóltstjóð er, at royndirnar, ið summir hava fingið, detta niður ímillum, tí gloppið til teir næstu verður ov stórt. Soleiðis er tað ikki á landsliðnum. Sambært FIFA styrkislistanum hevur tað eydnast Føroyum so toluliga at hildið plaseringina. Føroyar eru eini 15-20 pláss lægri á listanum, enn landsliðið var, tá ið styrkislistin av fyrstan tíð varð útroknaður fyri einum tólv árum síðani. Orsøkin til fallið hevur ikki verið, at føroysku úrslitini hava verið serliga nógv øðrvísi seinnu árini, enn tey vóru fyrru árini. Heldur hevur orsøkin verið, at aðrar tjóðir aðra staðni í heiminum enn í Europa, hava tikið seg fram, og broytingarnar hjá Føroyum hava ikki verið serliga stórar tey bæði seinastu árini.
Eyðkennið fyri triðja ættarliðið av landsliðsspælarum og teimum, sum síðani eru komnir afturat, er, at teir ikki hava kent til annað, enn at Føroyar hava luttikið í undankappingum, og at teir hava havt møguleika fyri altjóða royndum frá tí at teir hava verið 15-16 ára gamlir.
Í hesum ættarliðnum eru Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Claus Bech Jørgensen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen og Jákup á Borg, sum hava verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu í fleiri ár og harvið mugu roknast at vera stuðulsspælarar, og so Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum, sum hava verið við so mikið ofta, at teir vita, hvat tað snýr seg um. Millum hesar eiga eisini at verða nevndir Hjalgrím Elttør og Jann Ingi Petersen, sum vóru í landsliðshitanum, og sum nú fara at stríðast fyri at koma aftur hagar, eftir at uppihaldið í Keypmannahavn í fjør hevði við sær, at teir vórðu settir longri aftur í røðina.
Skálamenninir Jónhard Frederiksberg, Arnhold Berg og Pauli G. Hansen hava saman við HB spælarunum Kára Nielsen og Vagnur Mohr Mortensen verið í hitanum, og so eru tað uppaftur yngri spælarar, sum kunnu roknast at hoyra til fjórða ættarliðið. Her verður hugsað um Inga Højsted, sum í B36 skal koma fyri seg aftur, og sum - um hann fer at fáa landsliðsmøguleikan - kann nýta tað høvið at vísa, at tað er dugur í honum í altjóða høpi, eisini verður hugsað um Símun Samuelsen hjá VB, og ivaleyst kundu fleiri aðrir eisini verið nevndir. Eitt nú teir meiri og minni eyðsýndu framtíðar landsliðsspælararnir, sum vóru við á venjingarleguni í La Manga fyrr í ár, og so Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs í Frem og teir uppaftur yngri Christian R. Mouritsen og Jóhan Troest Davidsen í Onglandi.
Tyngdin heimeftir
Tað verður tungt og torført støðugt at lyfta Føroyum fram á styrkislistanum. Longri landskapping hevur verið roknaður sum ein heilivágur. Hetta stigið verður tikið í ár, men tað fer neyvan at kennast aftur beinavegin. Ein annar máti at røkka tí málinum hevur verið hildin at vera fleiri landsliðsspælarar í útlendskum feløgum. Her er skjótt at staðfesta, at tað leingi hevur staðið í stað ella kanska gingið skeiva vegin.
Fyri 3-5 árum síðani kom tað fleiri ferðir fyri, at fleiri spælarar í átjan manna landsliðshópinum vóru úr útlendskum feløgum, enn tað vóru úr føroyskum feløgum. Nú tað verður farið undir seinna árið í HM undankappingini, ið hevur sum mál at finna fram til, hvørjir luttakararnir skulu vera í endaspælinum í Týsklandi næsta summar, eru sjey møguligir útisetar á landsliðnum. Teir eru Todi Jónsson, Jón Rói Jacobsen, Claus Bech Jørgensen, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Hans Fróði Hansen og Johan B. Hansen. John Petersen spælir í triðju bestu deildini í Danmark. Hann hevur boðað frá, at hann nú er fyrrverandi landsliðsspælari. Men nú hava vit nevnt hann, og harvið er hann ikki gloymdur!
At fleiri útisetar eru á liðnum hevur ikki altíð av sær sjálvum havt við sær, at liðið er vorðið betri. Eitt nú hevur tað ikki víst seg at verið sjálvsagdur styrkur, at spælarar úr næstbestu donsku deildini hava verið á liðnum, og royndirnar hava heldur ikki víst, at spælarar, ið eru fluttir úr bestu føroysku deildini og í bestu íslendsku deildina eru vornir betri fótbóltsspælarar og harvið stinnari umboð fyri Føroyar.
Men tá ið alt kemur til alt, so sær tað ikki so galið út. Javnvágin millum eldri og yngri spælarar og teir heima á landi og í útlandinum er ikki so galin, og avbjóðingunum bilar einki. Sveis, Ísrael, Írland og Kypros á heimavølli og Frakland í París og Ísrael í brennideplinum í Miðeystri er ikki so galið, sum maðurin plagar at taka til.