Kim Hansen, Umboðsráðslimur í “Betri” (Ognarfelag Tryggingartakaranna), hevur í gjar áhugaverda grein um Limakrónurnar.
Vil mæla til at tit lesa greinina og gera tykkara egnu meting.
Betri er eitt sínámillum felag - Kim kemur eisini inn á grundleggjandi tankan við sínámillum feløgum.
Útlutan av limakrónum
Lutanin av limakrónum fer í stóran mun til tryggingartakarar við stórum váða og harvið stórum skaða-endurgjaldið, hetta eru alt vinnukundar.
Somu vinukundar verða mettir minst 10 ferð hægri enn vanligi Palleba-kundin, tá talan er um atkvøðurætt til Umboðsráðið.
Tá Limakrónurnar vóru samtyktar, vísti eg á hesi viðurskifti, eg skeyt upp, at man, um ikki annað, tók hædd fyri skaðaprosentinum hjá einstaka tryggingartakaranum, í samband við útgjald – soleiðis bleiv ikki.
Gerið felagi demokratiskt
Feløg, sum Betri, vera kallað demokratisk, tá skipanin er bygd á EIN tryggingartakari EINA atkvøðu.
Felagið kann kanska kallast “Seudo” demokratiskt – tað er ikki nøktandi.
Henda skeiv støða, ger felagið veikari í mun til ágang frá yvirtøku-hugaðum snilligum – sjalvsøknum kræddarum.
Upplegg til kvettroynd var snikkað til fyri nøkrum árum síðan.
Andrass Skaalum,
Fyrrverandi umboðsráðslimur.
23. maj 2025