-Tað er sjálvandi ein møguleiki fyri at vit vinna Premier League í ár, men realistiskt sæð, so er málið hjá okkum at enda millum fýra tey fremstu, sigur Steven Gerrard.
Liverpool hevur havt eina torføra byrjan uppá kappingarárið í ár. Teir liggja nummar 16 í Premier League eftir fimm umfør.
- Vit seta okkum altíð eitt mál undan kappingarárinum. Í fjør endaðu vit nummar sjey, so málið í ár hevur realistiskt sæð altíð verið at enda millum fýra tey fremstu, sigur Steven Gerrard.
Liverpool tapti mikukvøldið ímóti Northampton Town, ið spælir í fjórðbestu deildini, í Carling Cup.
- Fótbóltur er ikki bara upptúrar og sigrar, men eisini niðurtúrar og tapt. Teir, sum vóru við ímóti Northampton, fara at læra nógv tí dystinum, sigur Steven Gerrard.
Steven Gerrard var ikki við imóti Northampton, men verður við tá Liverpool leygardagin tekur ímóti Sunderland á Anfield.