Gestir við gestum

Arbeiðið við at gera fyrstu fløguna hjá Gestum gongur framá. Á myspace síðuni hjá bólkinum, boða Gestir frá, at teir júst eru lidnir við upptøkurnar av strúkarum til fløguna, við heimskendu strúkarakvartettini Dirty Pretty Strings.

Dirty Pretty Strings hava m.a. spælt døgurða tónar til the World Economic Forum í Sveis, spælt aftur við einum strippara á eini cabaret sýning og spælt við Ozzy Osbourne til the Royal Variety Show.
Harumframt hevur Dirty Pretty Thing spælt við popp- og rokkstjørnum sum Katie Meluah, Westlife, Slash, The Corrs og Daniel Bedingfield í sjónvarpssendingum sum Top of the Pops, Parkinson, Strictly Come Dancing og 100 Greatest Love Songs.